SMS: Kyndil vann greiðan sigur á H71

Neistin er trý stig frammanfyri H71 á øðrum plássinum nú liðini hava tveir dystir eftir at leika

Spenningurin um annað plássið í SMS-deildini, og harvið einum plássi í FM-hálvfinalunum fánaði heilt fitt í kvøld.

 

Kyndil vann á heimavølli í høllini á Hálsi greiðan 38-29 sigur á H71. Longu í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda við 10 málum, 22-12.

 

Turið Arge Samuelsen var stórskjútti hjá Kyndli við 15 málum. Anna Elisabeth H. Weyhe var toppskjútti hjá H71 við níggju málum.

 

H71 er við 25 stigum trý stig aftanfyri Neistan á øðrum plássinum nú bert tveir dystir eru eftir at leika í grundspælinum. 

 

Liðini møtast tó í Hoyvíkshøllini komandi sunnudag klokkan 14, og har kann H71 so fáa spenning í kapprenningina um annað plássið aftur.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá dystinum Kyndil-H71 38-29 (22-12):

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL2066849217637
 NEISTIN1959449010428
 H71195975158225
 STÍF185245121222
 VÍF195605352520
 EB19490573-8311
 STJØRNAN19471593-1228
 VB19446640-1941