Uni Árting og Hans E. Amundsen kanna grót fyri NASA úti í Tindhólmi. (Mynd: Kjell Ove Storvik)

Sum at koma inn í ein stóran bommhandil

Uni Árting er partur av Mars-toymi hjá NASA: Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, er millum teirra, sum í løtuni royna at finna fram til, um lív hevur verið á Mars. Allar fortreytir eru fyri, at lív kann hava verið á næsta granna okkara í sólskipanini.

Uni Árting og Hans E. Amundsen kanna grót fyri NASA úti í Tindhólmi. (Mynd: Kjell Ove Storvik)

Eru vit einsamøll í rúmdini, ella eru tað aðrar verur onkustaðni, sum kanska eisini seta sær spurningin, um tær eru tær einastu? Slíkir spurningar um lív aðrastaðni enn á Jørðini hava í øldir upptikið jarðarbúgvar.

Eingin veit, hvat fjalir seg úti í tí óendaligu rúmdini, men Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, veit meira um hetta enn tey flestu. Hann er partur av einum toymi hjá amerikanska rúmdarstovninum NASA, ið granskar jarðfrøðina á gongustjørnini Mars, sum er næsti granni okkara í sólskipanini. Fremsta endamálið er at leita eftir teknum um, at lív hevur verið har. Ella kanska framvegis er. 

Fyri Una Árting er hetta arbeiðið ein dreymur, sum er gingin út. Hann hevur, frá tí hann var smádrongur, verið hugtikin av rúmdini, og nú er hann sjálvur sloppin upp í part at royna at avdúka nakrar av loynidómunum.

 

##med2##

- Mær hevur altíð dámt science fiction og fylgt við rúmdarferðum. Jørðin er stór og trupul at skilija, men sólskipanin er uppaftur nógv meira fløkt. Tað krevur heilt serliga tøkni at granska í rúmdini, og tí havi eg eisini stóran áhuga fyri, sigur hann.  

Uni Árting gjørdist limur í  Mars 2020 vísindatoyminum hjá NASA í november í fjør. Hann hevur júst verið á sínum fyrsta árliga fundi við toymið hjá NASA, sum arbeiðir við Mars verkætlanini.  

- Tað er ringt at planleggja seg til at sleppa við í eitt tílíkt toymi, so tá eg fekk møguleikan, ivaðist eg ikki í at taka av. 

- Tað var ógvuliga spennandi at møta fólki og hoyra um alt arbeiðið, sum verður gjørt. Har er so nógv, ið skal kannast, so nógvir nýggir spurningar, ið verða reistir, og so nógvir møguleikar, sum eg kann verða við í. Eg eri sera forvitin av lyndi, so fyri meg er tað sum at vera komin inn í ein stóran bommhandil, sigur hann. 

##med3##

Toymið, sum Uni Árting er partur av, ger royndir við tólum, sum rúmdarbilurin Perseverance Rover brúkar. 

- Tann útgerðin, ið situr á bilinum, er so framkomin, at tað er heilt óveruligt. Bilurin koyrir við einum kjarnorkuverki, og hann gera alt, sum ein jarðfrøðingur hevði kunnað, um hann varð settur upp á Mars. Hann bæði kortleggur, tekur royndir og hyggur eftir mineralum. 

Føroyar líkjast Mars


##med4##

 

Mars-ævintýrið hjá Una Árting byrjaði í 2014, tá norski jarðfrøðingurin Hans E. Amundsen fór at leita eftir støðum at royna tól, ið skuldu setast í rúmdarbilin Perseverance, sum ætlanin var at senda til Mars.

Hans Amundsen hevði arbeitt í Føroyum í nøkur ár síðst í 90unum við at gera kanningar fyri eitt oljufelag. Hann var síðani farin at arbeiða við rúmdargransking og hevði bygt upp eitt vísindaligt toymi á Svalbard, sum royndarkoyrdi útgerð, ið skuldi brúkast á Mars. Nú var hann farin at leita eftir øðrum staði at gera royndir, tí norskir myndugleikar settu sera strangar treytir fyri arbeiðnum.   

Hans Amundsen visti frá síni tíð í Føroyum, at føroyska jarðfrøðin líkist jarðfrøðini á Mars. Hann setti seg í samband við Jarðfeingi, og í 2014 kom hann til Føroya við einum liði av altjóða serfrøðingum. Uni Árting gjørdist sum serfrøðingur í føroysku jarðfrøðini partur av teirra arbeiði. Teir gjørdu royndir í Tindhólmi, Vágum og í Suðuroynni og gjørdist bilsnir av, hvussu nógv føroyska jarðfrøðin líkist jarðfrøðíni á Mars.  

-Tað vísti seg, at tað var sera lætt hjá teimum at arbeiða í Føroyum, og arbeiðið helt fram tey næstu árini. Arbeiðið, sum varð gjørt tá, var liður í fyrireikingum til ferðina hjá Perseverance, sum nú koyrir á Mars, sigur Uni Árting.

##med5##

Tann sera framkomna tøknin, ið toymið hevði við sær til Føroya, gav eisini nýggja vitan um føroysku jarðfrøðina. 

- Tað vísti seg, at eitt stórt gosfjall hevur verið mitt úti í Sørvágsfirð. Tað visti eingin nakað um frammanundan, sigur hann. 

Leita eftir lívi

Høvuðsendamálið við at gera jarðfrøðiligar kanningar á Mars er at finna fram til, um lív hevur verið har. 

- Fortreytirnar fyri, at lív er uppstaðið á Mars, eru avgjørt til staðar. Vit vita, at har hevur verið vatn, og vit hava sæð, at har eru organisk molekylir úr karbon, súrevni og brint. Tað vil siga, at har eru byggisteinar til livandi verur. Men fyri at staðfesta, um har veruliga hevur verið lív ella ikki, mugu vit fáa royndir niður á Jørðina, greiðir Uni Árting frá. 

Rúmdarbilurin Perseverance leitar eftir teknum um lív á Mars á ymiskan hátt. Og ein ætlan er gjørd fyri, hvussu royndir av tilfari frá Mars skulu fáast niður á Jørðina. 

Rúmdarbilurin tekur nú borikjarnar, sum hann forseglar og leggur frá sær. Um 6-7 ár er ætlanin at skjóta eina rakett upp við einum øðrum bili, sum eisini skal lenda á Mars. Dronur skulu síðani flyta borikjarnarnar yvir í eina aðra rakett inni í tí nýggja bilinum, og hendan rakettin skal so skjótast upp og møta einum nýggjum rúmdarfari, sum skal lenda í eini oyðimørk í USA við borikjarnunum.

 

##med6##

– Tað er ógvuliga trupult og fer at taka nógv ár at fáa borikjarnarnar frá Mars niður á Jørðina, og tað hevur tí sera stóran týdning, at kjarnarnir, ið verða tiknir, kunnu vísa eina fjølbroytta jarðfrøði, so vit hava møguleika fyri at staðfesta, um har hevur verið lív ella ikki, sigur Uni Árting. 

Eitt annað endamál við kanningunum hjá Perseverance er at fyrireika mannaðar rúmdarferðir til Mars. Rúmdarbilurin hevur millum annað eitt tól, sum ger súrevni burturúr tí sera tunnu atmosferuni á Mars. 

Eisini leitar bilurin eftir mineralum og øðrum tilfeingi, sum vit møguliga kunnu brúka á Jørðini. 

Upprunin til lív

Tað eru átta toymir við tilsamans útivið 300 fólkum, ið arbeiða við tólum, sum Perseverance brúkar. Toymið, sum Uni Árting er partur av, arbeiðir við einum tóli, ið nevnist ein georadari, sum situr undir bilinum og sendir radarabylgjur niður í jørðina. Í hesum toyminum, ið kallst RIMFAX, eru umleið 25 fólk.

Eftir at Perseverance er farin til arbeiðis á Mars, er tað vorðið meira og meira greitt, at jarðfrøðin á Mars líkist sera nógv føroysku jarðfrøðini. Meginparturin av tilfarinum á Mars er basalt og royðugrót eins og í Føroyum. Grótbræðingar og legugrýti minna nógv um tað, ið toymið hevur sæð í Tindhólmi og í Bíggjarskor. 

- Rúmdarbilurin er lendur í einum meteorkratri, har hildið verður, at ein ósi hevur verið. Tað er á sovorðnum støðum á Jørðini, at vit síggja fyrstu teknini um lív. Allar hesar fortreytir eru eisini í Føroyum, greiðir Uni Árting frá. 

##med7##

Men hóast tað er staðfest, at fortreytir hava verið fyri lívi á Mars, so skulu vit ikki vænta at finna spor eftir livandi verum, sum hava búleikast á Mars. 

- Tað lív, sum vit møguliga fara at finna, fer sannlíkt at líkjast tí lívi, ið var á Jørðini fyri 3,8 milliardum árum síðani.  Mars misti meginpartin av sínari atmosferu rættiliga tíðliga, so tað er sporum eftir primitivum bakterium, ið vit hyggja eftir. Tað er sera trupult at síggja tílík spor í einum steini, sum er fleiri milliardir ára gamal. Men tá vit fáa tilfarið niður á Jørðina, kunnu vit arbeiða við tí og finna onkur mynstur. Tað verður leingi, áðrenn vit kunnu staðfesta, um lív hevur verið, men tað er tí, vit arbeiða fram ímóti, sigur Uni Árting. 

Óendaligir møguleikar

Nú Uni Árting hevur fingið fótin innum í Mars-toyminum hjá NASA, eru møguleikarnir hjá honum at granska í jarðfrøðini á Mars nærum ótømandi.  

- Í fyrsta umfari hugsavni eg meg um georadaran og strukturin í undirgrundini. Men har eru nógv ymisk evnir, sum eg óbeinleiðis verði partur av, og sum tað stendur mær frítt fyri at arbeiða við. Eg eri longu byrjaður at arbeiða við fleiri øðrum tólum og taka royndir av ymiskum mineralum, sigur hann. 

Hann fær ikki løn frá NASA fyri at vera við í arbeiðnum, men tað hevur fleiri aðrar ágóðar við sær. 

- Eg fái atgongd til fyrstahonds vitan, og tað hevur stóran týdning fyri okkum á Jarðfeingi at kunna vera við í eini tílíkari verkætlan. Og sjálvt um eg ikki fái beinleiðis pengar, so gevur tað atgongd til at søkja um fígging, sum er nógv vert, sigur hann. 

Arbeiðið fyri NASA hevur vundið meira og meira uppá seg.

- Vit hava savnað dátur nú frá Perseverance í tvey ár, og tað tekur nógva tíð at seta meg inn í alt. Tað kemur afturat øllum tí, eg annars arbeiði við á Jarðfeingi. Eg vildi ynskt, at eg kundi arbeitt kanska hálva tíð burturav við hesum, sigur Uni Árting. 

##med8##

Hann heldur, at góðir møguleikar eru í Føroyum fyri at luttaka í rúmdargransking. 

- Tað er ikki bara okkara jarðfrøði, ið er ein fyrimunur hjá okkum. Nógvir føroyingar eru skræddaraseymaðir til tílíkt arbeiði. Vit hava nógv fólk, ið eru sera væl fyri tøkniliga, og føroyingar eru róligir av lyndi, sum hevur stóran týdning, tá arbeitt verður við slíkum. 

- Tað er als ikki ógjørligt hjá okkum at verða nógv meira virkin á hesum øki. Vit eru longu byrjaði við rúmdargransking her á Jarðfeingi, og vit hava ein føroyskan serfrøðing í rúmdartøkni á DTU Space, David Arge Klevang Pedersen, sum hevur verið við til at menna myndatólið, sum filmar á Mars, vísir hann á. 

Ræðandi og hugtakandi

Uni Árting torir ikki at gita um, hvat arbeiðið hjá Perseverance á Mars, sum hann er partur av, fer at vísa.

- Eg verði so bilsin alla tíðina í hesum arbeiðnum, at tað er ringt at ímynda sær, hvat tað kann enda við. Men sjálvandi hevði tað verið absurd stuttligt, um vit finna útav, at har hevur verið lív. 

- Samstundis eru bæði senariini akkurát líka ræðandi og fasinerandi. At vit finna útav, at tað er onga aðrastaðni lív enn her hjá okkum, ella at vit finna útav, at tað er lív onkustaðni, sigur hann.

Áhugin hjá Una Árting fyri rúmdini steðgar tó ikki á Mars. 

- Tá mann fyrst hevur fingið smakkin av hesum, so er tað super spennandi. Har eru fleiri aðrar missiónir, sum eru á veg til fleiri aðrar planetir, sum tað eisini kundi verið stuttligt at verið við í, sigur hann. 

 

Grein úr Vísindavøku í Sosialinum 8. september 2023

##med9##

 

 

 

Uni Árting og Hans E. Amundsen kanna grót fyri NASA úti í Tindhólmi. (Mynd: Kjell Ove Storvik)

Uni Árting er limur í vísindatoymi hjá NASA, sum leitar eftir lívi á Mars.  Mynd Uni og Hans:

Uni Árting hevur júst verið á sínum fyrsta fundi við luttakararnar í Mars 2020 vísíndatoyminum hjá

Jarðfrøðingar úr fimm londum hava í summar tikið royndir av jarðfrøðini í Tindhólmi.