Súna fekk eitt gott "comeback" undan EM-endaspælinum

Liðið hjá Rakul S. Wardum, Ringkøbing vann fyrstu stigini í kvøld

Trý lið hjá føroysku landsliðsleikarum vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.

 

Súna K. Hansen fekk aftaná eina heldur drúgva skaðafráveru eitt gott "comeback", tá Skanderborg tók ímóti Sønderjyske á heimavølli.

 

Súna skoraði fýra mál, legði upp til tvey mál, og vann liðnum eitt brotskast í 26-35 (16-21) tapinum hjá Skanderborg í kvøld. Sambært hagtølunum var Súna mest effektivi leikarin hjá Skanderborg í kvøld. 

 

Skanderborg er nummar 10 í deildini við fimm stigum fyri níggju dystir.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing vunnu fyrstu stigini í hesum kappingarárinum við 31-23 (11-12) heimasigri móti Silkeborg-Voel.

 

Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing nógv tann størsta partin av tíðini, men Rakul kom inn frá beinkinum og bjargaði einum brotskasti.

 

Ringkøbing er aftast í deildini við tveimum stigum fyri níggju dystir.

 

Hin landsliðsmálverjin, Annika F. Petersen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg máttu á útivølli leggja ryg til eitt 22-40 tap fyri verandi meistarunum, Team Esbjerg á útivølli. Í fyrra hálvleiki gekk heilt væl hjá EH Aalborg, og vóru tær bert aftanfyri 14-18 í steðginum. Men í seinna hálvleiki vísti heimaliðið onga náði.

 

Lív skoraði eitt mál og legði upp til tvey mál. Annika bjargaði bert tveimum av 19 málroyndum (11 prosent). Kappingarneytin, Johanne Graugaard stóð seg eitt sindur frægari við fimm bjargingum av 23 málroyndum (22 prosent).

 

EH Aalborg er nummar átta í deildini við seks stigum fyri níggju dystir.

 

Súna, Rakul, Annika og Lív fara nú at hugsavna seg um fyrireikingarnar til EM-endaspælið, har dystir móti Sveis, Kroatia og Danmark bíða í Sveis. Áðrenn tað skulu Føroyar spæla tveir venjingardystir móti svenska ligalandsliðnum á heimavølli.