- Svensk hernaðarflogfør fóru seinnapartin í dag ímóti einum russiskum hernaðarflogfari, sum fleyg yvir Eystursjónum.
Tað skrivar svenska loftverjan á X, fyrrverandi Twitter, í dag.
Svenska loftverjan hevur eisini lagt út eina mynd av russiska hernaðarflogfarinum, sum er viðhefta mynd her á síðuni.
Loftverjan vísir á, at Svøríki nú er væl ankrað í verjusamgonguni, Nato.
- Hetta ger, at flúgvast kundi í donskum loftrúmi fyri at koma skjótt út til russiska flogfarið, verður lagt aftrat.