Vandamikið at lata Bretland upp aftur nú

Fleiri enn 1200 granskarar hava nú undirskrivað eina áheitan ímóti, at Bretland letur upp aftur í næstu viku.

 

 

 

 

Mánadagin komandi linkar Bretland fleiri av krøvunum, sum hava verið galdandi, nú koronu-farsóttin hevur herjað - og framvegis herjar - landið.

 

Endamálið við gongdini er, at alt samfelagið skal lata upp aftur, soleiðis at Bretland fær eina vanligan gerandisdag aftur.

 

Men, smittuútbreiðslan í Bretlandi er framvegis stór, og tað er serliga delta-frábrigdið, sum ger um seg.

 

Nú hava fleiri enn 1200 granskarar undirskrivað eina áheitan, har mælt verður til at bíða við uppafturlatingini av samfelagnum.

 

Tað var bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum legði fram ætlaninar um uppafturlating hin 5. juli. 

 

- Vit halda, at avgerðin er vandamikil, skriva 120 granskarar í einum brævi, sum er prentað í heilivágstíðarritinum, The Lancet. 

 

The Guardian veit at siga, at fleiri enn 1200 granskarar hava víst teimum 120 fullan stuðul og hava undirskrivað eitt upprit, sum stuðlar áheitanini hjá teimum 120 granskarunum. 

 

- Skulu vit fáa enda á farsóttini við floksimmuniteti, er neyðugt, at ein stórur partur av fólkinum er immunur, um koronu-virusið ikki skal spjaða seg. Tað er óhugsandi at røkka floksimmunieti, fyrr enn eitt nógv størri tal av fólki eru koppsett.

 

Granskararnir eru samdir um, at hetta tal røkkur Bretlandi ikki fram til hin 19. juli, tá landið sambært forsætisráðharranum, Boris Johnson, letur uppaftur. 

 

Hóast bretar nú kunnu fegnast um at fáa meira frælsi, eru tey kortini mong, sum ikki eru unnilig við støðuna, tí seinasta mikudag hevði Bretland størsta smittutal síðan miðskeiðis í januar.

 

Áður hevur læknafelagið, British Medical Association (BMA), eisini mælt stjórnini til at varðveita nakrar av avmarkingunum, tí tey halda, at smittuøkingin í landinum er órógvandi.