Ein partur av takinum á høvuðsbygninginum hjá Royal Greenland í Nuuk feyk av í storminum í gjárkvøldið, veit Sermitsiaq at siga. Myndin er privat

Takið á Royal Greenland í Nuuk reiv í illveðri

- Ymiskt fýkur í luftini, og tí kann tað vera vandamikið at vera her. Ert tú í økinum, eigur tú at halda teg innandura, segði Grønlands Politi í gjár

Ein partur av takinum á høvuðsbygninginum hjá Royal Greenland í Nuuk feyk av í storminum í gjárkvøldið, veit Sermitsiaq at siga. Myndin er privat

Tað hevur verið ringt veður í grønlendska høvuðsstaðnum, og í gjárkvøldið reiv ein partur av tekjuni á høvuðsbygninginum hjá Royal Greenland í Nuuk.

 

Grønlands Politi heitti á fólk um ikki at ferðast í økinum niðri við havnarlagið, har høvuðsskrivstovan er, tí takplátur kundu fúka runt í umhvørvinum.

 

Men, tað var ikki bara í grønlendska høvuðsstaðnum, at illveðrið leikaði í.

 

Illveðrið reikaði um stóran part av eysturstrond Grønlands við einari miðalvindferð, sum lá omanfyri 40 metrar um sekundið.

 

Týskvøldið boðaði Grønlands Politi frá, at sløkkiliðið var niðri við havnarlagið í samband við høvuðsbygningin hjá Royal Greenland.

 

- Ymiskt fýkur í luftini, og tí kann tað vera vandamikið at vera her í økinum. Ert tú í økinum, eigur tú at halda teg innandura, segði løgreglan.

 

Grønlands Politi heitti á fólk í økinum millum Paamiut í suðri til Qasigiannguit í norði um at halda seg innandura í illveðrinum.

 

 

 

Ein partur av takinum á høvuðsbygninginum hjá Royal Greenland í Nuuk feyk av í storminum í gjárkvøldið, veit Sermitsiaq at siga. Myndin er privat