Tina Turner er deyð

Amerikanska rock'n'roll-sangarinnan gjørdist 83 ára gomul.

Ein stjørna er sløknað. Amerikanska sangarinnan Tina Turner er deyð eftir langa sjúkralegu.

 

Hon gjørdist 83 ára gomul og doyði í heimi sínum. Tað skrivar amerikanski miðilin Sky News.

 

Borgarliga navn hennara var Anna Mae Bullock. Hon byrjaði sína yrkisleið í 1957, tá hon brúkti kunstnaranavnið Little Ann. Í 1960 byrjaði hon at upptraðka sum Tina Turner.

 

Síðan tá hevur hon latið hópin av sangum út, sum tey flestu kenna og duga - eitt nú 'What's Love Got to Do with It', 'Proud Mary', 'The Best' og 'Private Dancer'.

 

Á Instagram-síðuni hjá Tinu Turner stendur soleiðis at lesa í dag saman við hesari mynd:

 

– It is with great sadness that we announce the passing of Tina Turner. With her music and her boundless passion for life, she enchanted millions of fans around the world and inspired the stars of tomorrow. Today we say goodbye to a dear friend who leaves us all her greatest work: her music. All our heartfelt compassion goes out to her family. Tina, we will miss you dearly. 

 

##med2##

 

Trý av kendastu løgum hennara:

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##