Trý reyð kort í tríggjar minuttir

1. DEILD: Hóast KÍ legði seg á odda, so eydnaðist tað Skála at vinna tepran heimasigur

Aftur í kvøld var Carlos Ferreira málskjútti hjá Skála

Tað var ógvuliga hendingarrík seinna partin av seinna hálvleiki, tá ið Skála, sum longu undan hesum umfari hevði tryggjað sær uppflyting í bestu deildina, hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.

 

Tá ið eitt lítið korter var eftir, sá Teitur Poulsen hjá Skála reytt fyri fríspark. So sá Dávid B. Andreasen gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reytt, og tveir minuttir seinni var reyða kortið aftur á lofti. Tá var tað Dávid Matras, sum eina løtu frammanundan var útskiftur, ið sá ostaskorpuna. Ivaleyst var tað tí, at dómarin helt seg hava hoyrt hann siga, sum dómarin ikki bríggjaði seg um.

 

Skála vann dystir og er topplið við 55 stigum.

 

Tað var KÍ, sum beinanvegin legði seg á odda. Málskjútti var Kristoffur Jakobsen, sum var málskjútti fyri aðru ferð í ár.

 

Miðskeiðis í 1. hálvleiki javnaði Skála. Málskjútti var Carlos Ferreira eftir sending frá Hanusi Mikkelsen. Hetta var 17. málið hjá Carlos Ferreira, sum er annar av tveimum toppskjúttum í deildini.

 

2-1 sigursmálið hjá Skála skoraði Jan Ingason Hansen, tá ið smáir 20 minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki. Hetta var bara áttanda ferðin, at Jan I. Hansen var á liðnum hjá Skála í ár. Hann hevur verið nógv skaðadarvaður, og í dag var hann fyri triðju ferð málskjútti.

 

KÍ er á fjórða plássi við 32 stigum.

 

Um eina viku fær KÍ vitjan av B36, og tá fer Skála at spæla á útivølli ímóti B68.

 

Aftur í kvøld var Carlos Ferreira málskjútti hjá Skála