Tungvektarin Fico klárar seg altíð úr kreppum

Hóast muturákærur og gølur hevur Fico stríðst seg aftur til valdið – í heyst á fjórða sinni.

Forsætisráðharrin í Slovaka, Robert Fico, var fyri eini drápsroynd í dag tá ein maður skeyt hann í búkin Myndir: AFP/Ritzau Scanpix

Tað er ein maður við stívum eygum vendum ímóti valdsins tindum, sum í dag varð fyri drápsroynd í Slovakia.

Robert Fico, forsætisráðharri, varð raktur av skotum í býnum Hanlová og er í kvøld í lívshættisligari støðu.

Fico er ein tungvektari í slovakiskum politikki, har hann í heyst varð valdur sum forsætisráðharri á fjórða sinni.

Tað stóðst miki rok, eisini uttan fyri slovakisku mørkini, tí fyri ta tíð hevði hann fingið nógva uppmerksemi fyri fleiri útstríddar útsøgnir.

Hann hevði millum annað heitt á ukrainska stýrið um at lata landaøki til Russland fyri at enda kríggið.

Og Fico hevði tryggjað, at forseti Russlands, Vladimir Putin, ikki fór at verða handtikin – hóast altjóða handtøkuboð – um Putin kom til landið.

Tað vóru annars ikki mong, ið trúðu upp á, at Fico fór at vinna valdið aftur í heyst, skrivar Inromation í eini vangamynd av Fico í januar.

Politiska yrkisleiðin hjá Fico byrjaði í kommunistiska flokkinum síðst í 1980'unum, og síðst í 1990'unum skipaði hann sín egna flokk, Smer-SSD.

Fico gjørdist forsætisráðharri í 2006.

 

##med5##

##med6##

##med7##

Peter Bardy, sum er blaðstjóri á slovakiska miðlinum Aktuality, hevur í Informatión lýst lívið hjá Fico sum eitt putlispæl. Hvør brikkur er varliga lagdur í jagstranini eftir valdinum.

Barddy, sum eisini hevur skrivað bókini »Robert Fico - The Man Who Stole the Slovak Republic«, segði í Information í januar stjórnarleiðaran ein »klassiskan populist, sum heldur tað, fólkið vil hava«.

##med8##

##med9##

##med10##

Robert Fico misti valdið í 2010, men varð afturvaldur í árunum eftir.

Í 2018 fall hann av politisku tindunum í vanæru.

##med11##

##med12##

##med13##

Har vóru stjórnarfíggindaligar mótmælisgongur ímóti honum, eftir at ein kannandi jourlastiur, Jan Kuciak og unnusta hansara vórðu dripin av skotum.

Kuciak hevði arbeitt við at avdúka duld sambond millum handilsmenn, stjórnina og italsku mafiuna.

##med14##

##med15##

Fico varð feldur og í staðin kom andstøðupolitikarin Igor Matovic. Men Matovic skuffaði, og Fico sá sær møguleikan at venda aftur.

 

Lesið eisini: Forsætisráðharrin í Slovakia er skotin

 

– Fico er ein oppurtunistiskur persónur, og hann skilir, hvat veljarin vil hava. Um veljarar hansara vilja byggja brýr millum eystur og vestur, so vil Fico standa fyri at byggja ta brúnna.

– Men grundleggjandi ger tað fyri sína egnu skyld og ikki fólksins, hevur Petur Bardy sagt við Information.

Í 2022 varð Fico ákærdur fyri kriminella samansvørjing við at brúka millum annað skattaupplýsingar ímóti politisku mótstøðufólkum sínum. Ákærur, hann afturvísti, og sum seinni vórðu tiknar aftur.

Sambært AFP er yndisorðini hjá Fico: »Tolni hevur altíð til reyðar rósur við sær«.

/ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

 

 

Forsætisráðharrin í Slovaka, Robert Fico, var fyri eini drápsroynd í dag tá ein maður skeyt hann í búkin Myndir: AFP/Ritzau Scanpix