U21: Hvítarussland hevur eina lítla favorittstøðu móti Føroyum

Her eru oddsini upp á U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Hvítarussland

Seinnapartin í morgin klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í hesari EM-undankappingini.

 

Dysturin verður á Tórsvølli móti Hvítarusslandi, ið okkara vunnu 3-2 á í útidystinum 7. september í fjør.

 

Føroyar eru á einum fjórða plássi í undanbólki G við sjey stigum. Belarus er á fimta plássinum við seks stigum.

 

Við sigri ella javnleiki kunnu Føroyar tryggja sær fjórða plássið í bólkinum. 

 

Hvítarussland er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Tó er talan um eina lítla favorittstøðu.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru 3,16.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,54.

 

Miðaloddsini upp á hvítarussiskan útisigur eru 2,04.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##