Ung skulu støðast í Havn

Ung skulu støðast í Havn

 

Havnin er týdningarmesta amboðið til at fáa ung fólk at støðast í landinum. Men kostnaðurin fyri at liva í Føroyum er høgur. Og býlisstuðul finst ikki í Føroyum. Kostnaðurin av at seta búgv í Føroyum er nógv vaksin, líka sum í øllum Vesturheiminum. Harafturat eru nógvir kostnaðir í Føroyum hægri enn aðrastaðni. Matur kostar meira, byggitilfar kostar meira.  Tí er tað týdningarmikið, at vit gera alt fyri at fáa livikostnaðirnar niður - serliga fyri ungar familjur, sum skulu seta búgv og fáa børn. Tað handlar um at halda lív í Føroyum.

 

Økja talið av íbúðum og lutaíbúðum

 

Kostnaðurin fyri bústaðir skal niður. Tað gerst við at fáa útboðið av bústøðum upp og við alternativum bústaðarformum sum lutaíbúðum, eldrabúfelagsskapum og lestraríbúðum.

 

Um vit skulu økja um úboðið, skulu nógvar íbúðir byggjast næstu árini. Tørvurin og tilgongdin er so ovurhonds stórur, at tað verður trupult at fylgja við. Men vit mugu royna, so at bústaðarprísirnir ikki rúka enn longur upp. Lutaíbúðir og eldrabúfelagsskapir eru tveir hættir at fáa bústaðirnar bíligari. Tað krevur umhugsni og langtíðarætlanir.

 

Barnaansingartilboð

 

Barnaansingin skal verða til øll - á hægsta støði og fyri eina rímiliga upphædd. Barnaansingin hevur sera nógv at siga fyri at fáa ung at støðast. Vit eiga at tryggja at barnaansingarøkið er áhugavert at arbeiða á.

 

Barnafrádrátturin kann økjast

Barnafrádrátturin er 9.000 kr um árið. Hann eiga vit at brúka sum eitt amboð til at lætta um hjá barnafamiljum.

 

Virkniskort til øll børn og ung

 

Virknistilboðini í Tórshavnar kommunu eru nógv. Væl omanfyri 500, telur tú alt við. Bara kvøldskúlin bjóðar út yvir 250 fak. So eru tað ítróttartilboðini, musikskúlin, skótatilboðini, sangkórini og alt hitt.

 

Virknistilboðini eru ein stórur kostnaður fyri barnafamiljur. Tí skjóti eg upp, av vit eftir íslendskari fyrimynd skulu innføra eitt virkniskort í Tórshavnar kommunu upp á 2.000 krónur fyri hvørt barnið millum 0 og 17 ár.

 

Tað vil siga, at um tú hevur trý børn, so fær tín familja 6.000 krónur meira at brúka til virknistilboð til tykkara børn. Tað er møguligt, at vit skulu byrja við einari minni upphædd fyri síðani at hækka hana. Pengarnir verða ikki goldnir út til familjuna, men verða goldnar til virknisfeløgini, sum tykkara børn eru virkin í.

 

Kann eg lova tykkum 2.000 krónur við vissu? Sjálvandi kann eg ikki tað. Tað skal ein meiriluti til at fáa tað ígjøgnum.

 

Runavíkar, Tvøroyrar og Eiðis kommuna hava longu virkniskort. Tað hjá Runavíkar kommunu eitur Spjaldur og er uppá 2.500 krónur. Tú kanst vitja spjaldur.fo fyri at síggja hvussu tað riggar har.

 

Virkniskort/frítíðarkort

 

Javnaðarflokkurin hevur eitt frítíðarkort í valskránni. Tað er tað sama, sum eg kalli eitt virkniskort. Eg haldi bara, at virkniskort er eitt betri orð fyri pengarnar, sum verða utgoldnir, fyri at børn kunnu verða virkin í virknisfelagsskapum. Tí tað handlar um at gera børn og ung virkin. Virkin ung hava betri sálarheilsu, eru minni kriminell og taka færri rúsevni.

 

Eg hugsi eisini, at vit skulu gera eina sentrala basu, sum Visit Tórshavn kundi umsitið, har øll virknistilboðini verða skrásett. Nøkur teirra eru væl skrásett, so sum tey hjá Kvøldskúlanum og Musikskúlanum. Eg havi brúkt langa tíð um at hugsa hetta tilboðið í gjøgnum, og eg eri sannførdur um, at tað fer at gagna Tórshavnar kommunu.

 

Eitt virkniskort í Tórshavnar kommunu fer at kosta í mesta lagi 11 milliónir, um virkniskortið er 2.000 krónur. Tað fer at styrkja virknisfelagsskapirnar. Og fer at fordeila stuðulin til virknisfeløgini rættvísari.

 

Faktisk svarar virkniskortið til ein skattalætta hjá teimum familjum, sum taka av virkniskortinum.


Matarskipan í skúlum og stovnum

Eitt tað fyrsta eg fari at gera er, at kanna møguleikan fyri matarskipan á øllum skúlum, og hvussu hetta skal skipast í kommununi.

 

 

Høgni Rasmussen, valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar býráð