Enn einaferð roynir amerikanska stjórnin at steðga TikTok.
Løgmálaráðið í landinum stevnir sosialu miðlarnar og fyristøðufelagið ByteDance fyri, sambært USA, ólógliga at savna dátur um børn.
Stjórnin heldur, at TikTok hevur brotið lógir, sum verja privatlívið hjá børnum á netinum.
Lógin krevur samtykki frá foreldrum, um ein fyritøka vil savna inn persónsupplýsingar um børn undir 13 ár.
Sosialu miðlarnir, har stutt video verða deild, hava 170 milliónir brúkarar í USA.
Felagið, sum er stovnað í Kina, roynir í løtuni at stríðast ímóti amerikansku lóggávuni, sum krevur, at ByteDance skal selja sína amerikansku deild innan 19. januar.
Um tað ikki verður, verður appin bannað í USA.
Rættarmálið er sostatt bara síðsta stigið hjá USA. Landið óttast, at TikTok vegna kinesisku stjórnina savnar inn stórar nøgdir av dátum um amerikanarar - umframt at ávirka innihaldið á ein hátt, sum kann skaða amerikanarar.
Rættarmálið skal royna at fáa enda á "ólógliga og stóra inntrivinum hjá TikTok í privatlívið hjá børnum".
TikTok segði í gjár, at felagið ikki er samt í hesum áskoðanunum.
– Nógv teirra viðvíkja fyrrverandi hendingum og mannagongdum, sum faktuelt eru óneyvar ella sum eru rættaðar.
– Vit eru stolt av okkara átøkum at verja børnini, og vit fara framhaldandi at dagføra og betra um okkara pall.
Sambært frágreiðingini hjá Medieudviklingen 2023 í Danmark brúkti tíggjundi hvør dani TikTok í 2023.
Sosialu miðlarnir hava eisini verið evnið fyri nógvum kjaki her heima, og fleiri almennir stovnar hava nokta, at Tik Tok verður brúkt á teirra neti.
/ritzau/Reuters