Vælkomin til Ljósfest

Um vikuskiftið, 11. til 13. august verður Ljósfest í Vági – ein dagur við tiltøkum og tónleiki.

 

Tað allar fyrsta, so eru øll eru vælkomin til Ljósfestina um vikuskifti.

 

Heiðrað 100 ára hald saman við SEV

 

Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipað fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk vóru á skrá. Hettar saman við SEV, fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta el-verkið í landinum, nemliga el-verkið í Botni í Vági.

 

Hesin dagur verður aftur í ár

 

Ljósfestin í ár byrjar longu fríggjakvøldi 11 august og endar sunnukvøldið 13 august.

 

Hendan Ljósfestin 2023 byrjar longu fríggjakvøldið klokkan 19 í tjaldinum, har skipað m.a. verður fyri mótasýning og syngið við tiltakið, har harmonikuleikarin Hilmar í Lágabø spælir undir.

 

Robert McBirnie hugleiðir um Faroe Boys

 

Forkunnugt er eisini, at Gissur Patursson og Robert McBirnir fara at hugleiða, og koma teir m.a. inn á Faroe Boys, har teir fara at minnast tónleikarar úr Faroe Boys, sum farnir eru seinastu árini.

 

Listaframsýning

 

Nakað úr skránni, so er listaframsýningini, sum verður sett av borgarstjóranum, Bjarna Johansen, leygardagin klokkan 13.00, har m.a. Finleif Mortensen, Ulla Bærendsen, Lív Arge, Sven Erik Stenberg, Jákup Hjaltalin, Tummas og Mikala Vilhelm vera við.

 

Børnini fáa eisini sítt

 

Leygardagin verður stóri dagurin, har Bubu sum áður hevur verið á Ljósfest, og hevur hann hugtikið børnini, og kanska vaksin við. Við orkumiklari framførslu dugir Bubu at fáa børnini við, og hann hevur av sonnum samband við fjøldina. Umframt Bubu, so hava børnini eisini møguleika at hitta Odda á Ljósfestini 2023, og har plaga kanska serliga smáu børnini at heilsa uppá Odda og taka mynd saman við honum. Somuleiðis kunnu børnini fáa anlitsmáling. Góður tónleikur verður eisini. Danny og Ingi fara á pall og fara teir at syngja teirra væl kendu sangir. Barnatiltakið er á stóra pallinum frá klokkan 15.00 til 17.00 og er í samstarvi við Suðuroyar Sparikassa, sum í ár hevur verið 80 ár í Vági.

 

Sølubásar

 

Á sølutorginum verða hondvirkaðarvørur frá lokalum.

 

Nógvur tónleikur á stóra pallinum

 

Leygarkvøld verður nógvur tónleikur á stóra pallinum, har m.a. Deiggj, Marius, Starlight, Herborg Torkilsdóttir, Hanus, Section og Hjalmar og Dagfinn, at spæla. Pallstjórar vera Gissur Patursson og Bjørn H Bech.

 

Sonni Smith setir Ljósfestina 2023 Sonne Smith eigur óivað eina av kendastu útvarpsrøddum í landinum, og hann hevur fingist nógv við tónleik, t.d. sum vertur í tónleikasendingum. Sonne Smith er føddur í Vági ólavsøkudag í 1946. Hann tók hægri handilsprógv í Odense í 1968, og journalistprógv á Danmarks Journalisthøjslole í 1977.

 

Heiðran av vágbingum

 

Eisini verður heiðran av vágbingum, sum hava gjørt nakað serstak á lívsleiðini fyri Vágsbygd. Hesuferð hava vágbingar sjálvir avgjørt hvør skal heiðrast. Heili 28 uppskot eru innkomin til heiðranina.

 

Formaðurin í Mentamálanevndini, Levi R. Mørk, frøist um stóra skaran av fólki, sum komu til Ljósfest í fjør, og kann eisini avdúka, at sera nógv uppskot eru komin frá vágbingum um hvør skal heiðrast í ár.

 

Stroyming beinleiðis

 

Av tí at nógvur vágbingar, sum eru útsetir fegin vilja fylgja við Ljósfestini, verður hon stroymd í samstarv við kringvarpið. Har tilber at fylgja við beinleiðis gjøgnum heimasíðuna hjá kvf.fo og og vagur.fo.

 

Øll eru vælkomin til Ljósfest og tiltakið er ókeypis.

 

Takk til øll sum eru um Ljósfestina í ár. Vágs Kommuna takkar øllum fyri dyggan stuðul til hesa Ljósfestina. Fyri at nevna nøkur, so takka okur VB, FC Suðuroy, starvsfólkum hjá Vágs Kommunu, Miðlatúni, Suðuroyar Sparikassa og øllum sum standa saman um Ljósfestina í ár.

 

Skráin kann lesast her.

 

Vinarliga

 

Levi Mørk Formaðurin í Mentamálanevndini, hjá Vágs kommunu.