Valur er nú aftanfyri 1-2 í hálvfinaluuppgerðini

Valur tapti aftur í Mosfellsbær og má nú vinna tvær ferðir á Afturelding fyri at røkka finaluni

Í kvøld spældu Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali triðju hálvfinaluna í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti Afturelding í Mosfellsbær.

 

Valur tapti tepurt 25-26. Í steðginum var Afturelding á odda 15-12. Allan skoraði eitt mál í dystinum.

 

Úrslitið merkir, at Afturelding er nú á odda 2-1 í hálvfinaluuppgerðini, og teir eru sostatt bara ein sigur frá at røkka finalunum.

 

Mikukvøldið 15. mai klokkan 20.40 hittast liðini aftur í høllini í Hliðarenda í Reykjavík. Vinnur Valur tann dystin verður neyðugt við enn einum dysti í Mosfellsbær.