Varandi heimur: Byrja við gransking um veðurlagið

Ráðstevnan Varandi heimur í høllini á Giljanesi heldur fram í dag

Í morgun verður byrjað við, at veðurlagsgranskarin, Sebastian Mernild, sum granskar í jøklum, og Karin M. H. Larsen, granskari í havstreymum, siga frá síni gransking.

Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni fer at greiða frá, hvussu langt orkuskiftið er komið í Føroyum, og Tórbjørn Jacobsen frá Føroya Kommunufelag fer at tosa um leiklutin hjá kommununum í orkuskiftinum.

Ragnar Mouritsen, verkfrøðingur og serfrøðingur í grønum loysnum til virkir og privathús, leggur eisini fram.

Seinnapartin verður dentur lagdur á, hvørjar royndir privatfólk og virkir hava við alternativum orkukeldum.

Bjarti Thomsen hevur drúgvar royndir við alternativum orkuloysnum, Páll Rói Poulsen selur stórbilar, sum luttvíst verða drivnir við elorku, Gunnar Restorff fer at tosa um fyrimunin við el-bilum, og Poula Michelsen frá PM fer at tosa um, hvussu nógv kann sparast við at brúka spillhita.

Umboð fyri Glasir fara at greiða frá grønu loysnunum har.

Á framsýningini verða sjey fyritøkur, sum veita hitapumpuloysnir við jarðhita og luft til vatn og stýringar. Onkrar teirra hava eisini royndir við sjóhita og sólorku. Talan er um fyritøkurnar Hiti, Demich, Effo, Jarðhiti, Klima Shop og Atek/Focus. Fyritøkan Klima tekur sær av stýringum til hitaskipanir. 

SEV fer at greiða frá grøna málaranum, og møguligt verður eisini at hitta Hiddenfjord og Umhvørvisstovuna.

Kaffi í høllini

Í høllini verður eisini høvi at keypa leskiligan mat frá Asian Food Restaurant og vaflur og kakao frá skótunum í Vágunum.

Opið verður frá 9.40 til 17.00. Ráðstevnan verður stroymd.

Høgra stendur fyri ráðstevnuni og framsýningini Varandi heimur.