Trý fólk dripin í russiskum álopum á Ukraina í kvøld

Tvey fólk hava latið lív í Dnipro, og eitt hevur latið lív í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv. Fleiri eru løstað.

Tíðindastovan Reuters veit í kvøld at siga, at tvey fólk eru dripin og tíggju eru løstað í russiskum álopi á Dnipro í Ukraina í kvøld.

 

Hetta upplýsir guvernørurin í økinum.

 

Russar hava eisini lopið á høvuðsstaðin í Ukraina, Kyiv, við dronum í kvøld, og ein drona rakti ein bygning í høvuðsstaðnum.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitschko, upplýsir á Telegram, at eitt fólk hevur latið lív Kyiv, og fýra eru løstað.

 

Myndin omanfyri er ikki frá álopunum í kvøld, men frá einum øðrum russiskum álopi á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.