Veddingarfyritøkurnar tora ikki at lata odds upp á dystin hjá VÍF

Altjóða veddingarfyritøkurnar lata odds upp á allar European Cup dystir uttan tann í Vestmanna

Klokkan 17 seinnapartin er væntandi, at høllin í Vestmanna verður fullsett.

 

Tá spælir VÍF fyrra dystin í triðja umfarinum í European Cup móti SVV Brixen úr Italia.

 

Seinni dysturin verður leiktur í Vestmanna sunnudagin klokkan 17.

 

Tað margháttliga er, at altjóða veddingarfyritøkur tora ikki at lata odds upp á dystin millum VÍF og Brixen.

 

Tað eru veddimál upp á allar hinar dystirnar í European Cup, eisini hjá føroyingaliðunum í Íslandi, ÍBV og Vali, men eingi upp á dystin í Vestmanna.

 

##med2##