Mánakvøldið leiktu Adrian R. Justinussen, Daniel Johansen og liðfelagarnir seinasta dystin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í 2024.
Tað endaði við einum 5-1 stórsigri til Hillerød, har Adrian legði upp til fimta málið hjá Hillerød.
Adrian hevur skorað 10 mál í 17 dystum, og tí hava søgur verið frammi um, at donsk superligafeløg ynska at keypa Adrian leysan frá sáttmálanum hann hevur við Hillerød.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna Viasat Sport gjørdi við Adrian um eitt møguligt skiftið til superliguna.
Adrian sigur, at tað er ein dreymur at sleppa at royna seg í superliguni, men hann staðfestir, at enn er hann sáttmálabundin við Hillerød, og kann tí ikki úttala seg nærri um tað.