Fyri fyrstu ferð í langa tíð var Jóannes Bjartalíð við frá dystarbyrjan hjá Fredrikstad.
Fredrikstad tapti 0-2 fyri Strømsgodset í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini á Marienlyst leikvøllinum í Drammen. Heimaliðið legði seg á odda longu í 12. minutti, og teir øktu til 2-0 í 55. minutti.
Jóannes spældi ein tíma, ið er tað longsta hann hevur spælt í einum kappingardysti fyri Fredrikstad hetta kappingarárið,
HER ber til at síggja ein samandrátt frá norska TV2 frá dystinum.
Fredrikstad er nummar fimm í deildini við 43 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri Molde og Viking, ið tó hava spælt ein dyst færri.
Komandi týskvøld klokkan 19.30 spælir Fredrikstad ársins týdningarmesta dyst á heimavølli. Talan er um hálvfinaluna í steypakappingini móti Oslo KFUM.