Liðið hjá Stefani Radosavljevic, Sligo Rovers tók í kvøld móti Derry City í dysti í bestu írsku fótbóltsdeildini.
Stefan slapp ikki á vøllin fyrrenn 78 minuttir vóru leiktir av dystinum, tá var støðan javnleikur 0-0.
Sigast má, at Stefan brúkti løtuna hann var á vøllinum væl. Seks minuttir aftaná hann var komin á vøllin kemur ein sending inn í brotsteigin hjá Derry, har Stefan megnaði at fáa bóltin framvið málverjanum og í netið til 1-0. Fagnaðurin var ovurhonds stórur.
Talan var um fimta málið hjá Stefani í bestu írsku deildini hetta kappingarárið.
Sigurin merkir, at Sligo nú er nummar átta í deildini við 36 stigum. Sligo er níggju stig frá næstaftasta plássinum, ið merkir tveir upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr næstbestu deildini aftaná lokið kappingarár.
Fyri Derry City var talan um eitt afturstig í meistaraskapsstríðnum. Derry er nú við 54 stigum fimm stig aftanfyri oddaliðið, Shamrock Rovers.
Sligo Rovers hevur fimm dystir eftir at leika hetta kappingarárið. Komandi fríggjakvøld spælir Sligo móti Bohemians á útivølli.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum Sligo Rovers-Derry City 1-0 (0-0):
##med2##