Víkingur og KÍ eru risastórir favorittar

Her eru oddsini upp á dystirnar Víkingur-EB/Streymur og B68-KÍ

Seinnapartin klokkan 17 spæla tvey tey fremstu liðini í Betrideildini hjá monnum, Víkingur og KÍ.

 

Víkingur tekur móti EB/Streymi í Sarpugerði í Norðragøtu, og KÍ spælir móti B68 á Svangaskarði á Toftum.

 

FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum.

 

Fyrr í ár hevur KÍ vunnið 3-0 og 4-0 á B68. Fyrr í ár hevur Víkingur vunnið 3-1 og 4-0 á EB/Streymi.

 

Bæði Víkingur og KÍ eru  - ikki óvæntað - risastórir favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystirnar.

 

HER eru oddsini upp á dystin Víkingur-EB/Streymur:

 

##med2##

 

HER eru oddsini upp á dystin B68-KÍ:

 

##med3##