Vildi hvørki upplýsa navn, aldur ella bústað

Sambært løgregluni var lítið fólk í býnum í nátt, men væntand er, at øðrvísi verður í kvøld, tá fleiri jólaborð verða.

Hóast Black Friday var í gjár, og handlar høvdu leingi opið, sigur vaktleiðarin á løgregustøðini í morgun, at tey ikki høvdu ta fatan, at so nógv fólk var í býnum.

 

Í gjárkvøldið og í nátt var serstakliga friðarligt í Havn. Løgreglan hevði tó eitt mál klokkan 19 í gjárkvøldið.

 

- Tað var á einum skeinkistaði í Havn, at ein maður við kenning var vorðin eitt sindur keðiligur og ólátaður.

 

Vaktleiðarin sigur í morgun, at tá løgreglan kom á staðið, har maðurin var, vildi viðkomandi hvørki upplýsa navn, aldur ella bústað. 

 

- Maðurin varð handtikin og verður nú skuldsettur fyri brot á rættargangslógina, sum er avleiðingin í slíkum føri, sigur vaktleiðarin.

 

Hetta er tíðin, tá jólaborðini plaga at byrja, men hetta merkti løgreglan einki til síðstu nátt. Tó sigur vaktleiðarin seg hava skilt, at fleiri jólaborð verða í kvøld.