Vit gita umaftur: Páll Klettskarð byrjar inni í Armenia

Manslandsliðið: Nýggjastu boðini eru, at Páll A. Klettskarð og René Shaki Joensen byrja, og at Hallur Hansson ikki verður tøkur

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Eyðun Klakstein og Atli Gregersen rokna upp á liðið

Tað er í dag klokkan 17, at føroyska manslandsliðið við fyribilsvenjara skal spæla í Nations League móti Armenia í Jerevan. Føroyska liðið hevði fýra venjingar áðrenn fráferð og tvær í Armenia.

 

Í gjár gitti In.fo, at René Shaki Joensen og Páll A. Klettskarð helst bilvu ov stuttir til liðuppstillingina. Í dag ljóðar tó, at báðir hava vunnið sær pláss frá byrjan. Hallur Hansson var ætlaður at byrja, men fekk ein skaða í tjúkkan týskvøldið.

 

Á In.fo gittu vit, at Hanus Sørensen fór at vinna plássið á miðjuni við síðuna av Brandi Hendriksson, men nú ljóðar at tað verður René Shaki Joensen. Hanus Sørensen hevur ikki spælt við HB í ein mánað, eftir at skifti til slovenskan fótbólt bleiv veruleiki og tryetin var, at hann ikki kundi spæla í steypafinaluni. Tí verður tað René Shaki Joensen, sum verður á miðjuni.

 

##med2##

 

Í álopinum mettu vit, at Meinhard E. Olsen fór at byrja dystin. Hann hevur verið ein profilur á føroyska landsliðnum og væntaðist at byrja sum fremsti maður, tí hann hevur sína styrki í kraftfullum renningum afturum verjuna.

 

Sambært keldum hjá In.fo, so hevur venjaratoymið valt at byrja Páll A. Klettskarð. Toppskjúttin í føroyskum fótbólti er komin aftur í landsliðshitan og hevur verið avbera skarpur til venjing í seinastuni. Og so hann eisini nakað at prógva og verður tí toppmotiveraður.

 

Vit gita: (Føroyar 5-4-1)

 

Teitur M. Gestsson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson, Adrian Justinussen – Páll A. Klettskarð

 

##ms##

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Eyðun Klakstein og Atli Gregersen rokna upp á liðið