Landsliðsleikarin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock spældu í kvøld dyst á útivølli í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini móti Arka Gdynia.
Dysturin endaði við 2-0 sigri til Gdynia. Talan er um annað tapið á rað hjá Andriasi og liðfeløgunum.
Heimaliðið legði seg á odda við einum brotssparki í 55. minutti, og teir staðfestu sigurin stutt undan leikloki.
Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini fekk Wisla Plock verjuleikaran, Jakub Szymanski vístan av vøllinum.
Wisla Plock er nummar fýra í deildini við 28 stigum. Wisla hevur tvey stig up til annað plássið, ið gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina aftaná lokna kapping. Á øðrum plássinum er júst Arka Gdynia við 30 stigum.
Sunnudagin 10. november hevur Wisla Plock heimadyst móti Leczna.