Xi undir ríkisvitjan: Kina vil vera við til at loysa Ukraina-stríðið

Kinesiski forsetin er í Frankaríki og skrivar í tíðargrein, at hann vónar, at friðurin skjótt kemur aftur í Evropa

Kinesiski forsetin, Xi Jingping, og konan, Peng Liyuan, eru í dag lend í Frankaríki, har franski forsætisráðharrin, Gabriel Attal, tók ímóti. - Foto: Stephane De Sakutin/Ritzau Scanpix

Kinesiski forsetin, Xi Jingping, vil loysa stríðið, sum russiska innrásin í Ukraina hevur skapt. Tað skrivar hann í tíðargrein, sum í dag er í franska konservativa blaðnum Le Figaro. Tað skrivar AFP.

Tíðargreinin er prentað sama dag, sum Xi Jingping er lendur í París fyri at byrja eina ríkisvitjan í Frankaríki.

– Vit vóna, at friður og javnvág skjótt kemur aftur til Evropa og vilja arbeiða saman við Frankaríki og øllum altjóða samfelagnum fyri at finna góðar vegir at loysa kreppuna, skrivar hann í Le Figaro.

Forsetin leggudr samstund dent á, at Kina »hvørki er ein partur ella luttekur« í stríðnum.

Undir vitjanini verður roknað við, at franski forsetin, Emmanuel Macron, serliga hevur fokus á ójavnvágini í handlinum millum Kina og ES eins og krígnum í Ukraina, har Beijing er undir trýsti fyri at brúka sína ávirkan á Russland.

 

/ritzau/

 

Kinesiski forsetin, Xi Jingping, og konan, Peng Liyuan, eru í dag lend í Frankaríki, har franski forsætisráðharrin, Gabriel Attal, tók ímóti. - Foto: Stephane De Sakutin/Ritzau Scanpix