Yngsti borgarstjóri í Havn nakrantíð

Nýggi borgastjórin í Havn, Elsa Berg, er 28 ára gomul – 50 ár yngri enn fráfarandi borgarstjórin

Tað er vorðið sum ættarliðsskifti í Havn á nýggjárinum, tá Tórshavnar kommuna fær nýggjan borgarstjóra. Elsa Berg er 28 ára gomul. Heðin Mortensen, sum fer úr borgarstjórasessinum og í varaborgarstjórasessin á nýggjárinum, er 78 ára gamal.

 

Nýggja samgongan er millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin og Borgaralistan. Tað merkir, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Kommunulistin fara at sita í andstøðu næstu fýra árini og fara tí ikki at hava somu ávirkan á rikna politikkin. Hjá Fólkaflokkin er tað sama støða, sum seinastu fýra árini, men hjá Annfinn Brekkstein í Sambandsflokkinum er tað eitt umskifti frá at vera varaborgarstjóri til ein andstøðusess, og tað sama verður hjá Tróndi Sigurðsson og Kára Johansen, sum fóru úr Javnaðarflokkinum, tí teir væntaðu at koma at sita uttan ávirkan, um Heðin Mortensen eisini var á listanum.

 

Elsa Berg er uttan samanlíkning nógv tann yngsti borgarstjórin, sum nakrantíð hevur verið í Havn – og hon er heili 50 ár yngri enn Heðin Mortensen, sum fer úr borgarstjórasessinum á nýggjárinum.

 

Av teimum í nýggju samgonguni eru tað bara Heðin Mortensen, Elsa Berg og Kristianna Wither Poulsen, sum hava havt sæti í býráðum áður. Heðin Mortensen í 52 ár, Elsa Berg og Kristianna Winther Poulsen í fýra ár.

 

Hesi eru í samgongu:

 

##med2##