2-0 til Føroyar í hálvleikinum

Føroyar hava sitið á øllum í vinardystinum millum Liktinstein og Føroyar, sum verður spældur í Liktinstein í løtuni.

 

Støðan er 2-0 til Føroyar. Fyrra málið skjeyt Pætur J. Petersen í 3. minutti, og hann skjeyt eisini seinni málið til 2-0, og tað varí 44. minutti.

Talan er um áttanda dystin millum smátjóðirnar Føroyar og Liktinstein, síðani fyrsta dystin í 2000. Teir fyrstu sjey dystirnar hava Føroyar vunnið tilsamans 17-5, so beint nú er støðan 18-5 til Føroyar í øllum átta dystinum.

Sum Dimmalætting skrivaði í dag, so er skálvíkingurin Brandur Olsen toppskjýtti ímóti Liktinstein við fýra málum. Og við dagsins máli higartil hjá hinum skálvíkinginum á liðnum, Pætur J. Petersen, so hava skálvíkingar skorað triðja hvørt mál hjá Føroyum ímóti Liktinstein.

##med2##

##med3##

##med4##