Føroyingaliðið í Kristiansand snávaði á útivølli

Kristiansand tapti annan Play Off dystin móti Melhus

Tað var avgjørt ætlanin hjá Tróndi Mikkelsen, Bjarna í Selvindi, Helga H. Hoydal og liðfeløgunum í Kristiansand at staðfesta bjargingina av sætinum hjá Kristiansand í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Kristiansand spældi í dag á útivølli móti Melhus úr næstbestu deildini.

 

Farna týskvøld vann Kristiansand 33-23 (17-12) á Melhus í Aquarama-høllini í Kristiansand, og føroyingaliðið var stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna á Melhus á útivølli í dag.

 

Men tað gjørdist ein vátur vøttur hjá Tróndi, Bjarna, Helga og liðfeløgunum, tí Melhus vann sera óvæntað 29-25 eftir at hava verið á odda 15-14 í steðginum.

 

Bjarni skoraði fimm mál og legði upp til fimm mál. Helgi skoraði trý mál, og Tróndur skoraði tvey mál, men legði upp til heili 12 mál, og var kosin at vera besti leikarin hjá Kristiansand. 

 

Triði og avgerandi dysturin millum Kristiansand og Melhus í Aquarama-høllini í Kristiansand er enn ikki ásettur.