Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof tóku í kvøld móti íslendska FH í Partille í dysti í bólki H í EHF European League.
Sävehof fekk hevnd fyri tapið í Kaplakrika-høllini á Hafnarfirði, har FH vann 34-30 (15-18) á Sävehof.'
Í kvøld vann Sävehof 30-26 á FH og fekk fyrstu stigini í hesum bólkaspælinum. Í steðginum var Sävehof á odda 16-13.
Tað serliga gleðiliga var, at Ísak skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir. Óli skoraði eisini fimm mál, tó upp á átta málroyndir, men Óli var sum vant sterkur í assist-spælinum.
Gummersbach og Toulouse hava seks stig hvør í bólki H. Sävehof og FH hava tvey stig hvør.
Í bólki G vann Flensburg-Handewitt sum sparir Jóhan á Plógv Hansen í hesum bólkaspælinum stórsigur 39-29 (21-15) á Tatabanya á útivølli.
Flensburg er greitt oddalið við átta stigum. Tatabanya hevur fýra stig, og Sesvete og Karvina hava tvey stig hvør.