Annan jóladag í 2004 rakti ein tsunami av óvanligari stødd og kraft 14 lond kring Indiska Havið.
Í minsta lagi 226.000 fólk doyðu, harav 46 danskir ríkisborgarar. Les her hvat hendi fyri 15 árum síðani:
* Ein kraftmikil jarðskjálvti uppá 9,1 rakar eitt øki í sjónum út fyri indonesisku oynni Sumatra klokkan 07:58.53 26. desember 2004.
* Sensorskipanin í Indonesia er rakt av einum snarljósi, og tí kunnu myndugleikarnir í landinum ikki geva ávaring.
* Ein partur av havbotninum verður stoytt fleiri metrar upp í luftina, og 30 ferkilometrar av vatni flytur seg burtur í eini tsunami, sum breiðir seg um alt Indiska Havið.
* Landsluturin Aceh í Indonesia er fyrst raktur av eini 35 metrar høgari aldu. Aftaná koma sjey stórar aldur afturat.
* Ein hálvan tíma seinni røkkur tsunamiin til Tailands og Myanmar við tíggju metrar høgari aldu.
* Eftir tveir til tríggjar tímar rakar bylgjan Sri Lanka, indiska statin Tamil Nadu og indiska oyggjabólkin Andamanfjøllini.
* Strandarøkini í fleiri øðrum londum eru eisini rakt. Seinastu økini, har bylgjan kann merkjast, eru Mauritius, Reunion og Suðurafrika umleið níggju tímar eftir jarðskjálvtan.
* Í minsta lagi 226.000 fólk doyggja, harav 46 danir. Yvir 1,5 milliónir fólk eru flýdd innanlands. Altjóða samfelagið savnar inn slakar 100 milliardir krónur í neyðhjálp.
* Kostnaðurin fyri materiellar skaðar er 10 milliardir amerikanskar dollarar - umleið 70,2 milliardir danskar krónur.
* Jarðskjálvtin, sum elvdi til tsunamiina, er framvegis harðasti jarðskjálvti í heiminum síðani 1964.
Keldur: Reuters, AFP, dpa, CNN, CBS News og jarðfrøðistovan í USA (USGS).
/Ritzau/