- Tað var ein sonn fragd at síggja gleðina og takksemið hjá børnunum og teirra familjum.
Hjá Reyða Krossi eru tey ovurfegin um, hvussu væl Jólagávutræið á Tjóðsavninum riggaði. Ein hjartans tøkk til øll tykkum, ið tóku lut og gjørdu jólini eitt sindur serligari fyri hesi børnini.
1. desember skipaði Tjóðsavnið fyri einum hugnaligum jólatiltaki, har vitjandi kundu taka ein lepa av Jólagávutrænum við ynskjum frá børnum, sum eru tilknýtt virkseminum hjá Reyða Krossi, og lata eina gávu til eitt av hesum børnum. Reyði Krossur takkar Tjóðsavninum fyri at skipa fyri hesum væleydnaða átaki.