550 døgurðar á Kambsdali

Kambsdalur: Út- og umbyggingin byrjar av álvara at líkjast, og tann fyrsti parturin, sum er tikin í nýtslu, er køkurin.

Mikudagin bjóðaði skúlin næmingum og lærarum døgurða. Út- og umbyggingin byrjar av álvara at líkjast, og tann fyrsti parturin, sum er tikin í nýtslu, er køkurin. Hetta skuldi hátíðarhaldast, og samstundis bleiv køkurin og nýggja útgerðin roynd í verki.

 

Hetta skrivar kambsdalur.fo.

 

“Vit serveraðu umleið 550 døgurða til starvsfólk og næmingar. Á matarlepanum var oksasteik, petitepli og grønmeti. Alt gekk upp á stás, og nýggja útgerðin royndist sera væl. Vit eru fegin um nýggja køkin, ið gevur nógv betri møguleikar enn hin gamli,” sigur Eyðstein Lyngvej, kokkur.

 

Útbyggingin gongur sína gongd. Gamla túnið er nú innilokað og ovara hæddin, har náttúrulærugreinirnar skulu húsast framyvir, byrjar av álvara at líkjast. Í niðaru hæddini kanst tú eisini ímynda tær nýggja stóra felagsrúmið, ið fer at broyta gerandisdagin og møguleikarnar á skúlanum munandi. T.d. fer nýggja felagsrúmið at kunna savnað allar næmingarnar skúlans til felagstiltøk, skrivar kambsdalur.fo, og har sæst meira um hetta.