Nøktandi prógv eru funnin til at finna komandi amerikanska forsetan, Donald Trump, sekan í royndini at kolldøma amerikanska forsetavalið í 2020.
Tað er niðurstøðan í frágreiðing frá amerikanska løgmálaráðnum, skrivar tíðindastovan AFP.
Frágreiðingin er gjørd av serliga ákæranum Jack Smith.
- Mett verður, at munadyggu prógvini vóru nóg mikið til at fáa dóm í einum rættarmáli, stendur í frágreiðingini hjá løgmálaráðnum, sambært AFP.
Donald Trump sleppur tó undan einum rættarmáli, tí amerikanska grundlógin bannar framhaldandi ákæru móti einum forseta.
Trump svaraði beinanvegin frágreiðingini og niðurstøðunum í henni við at kalla Jack Smith fyri klikkaðan. Tað gjørdi hann á egna pallinum sínum, Truth Social.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at komandi forsetin langar út eftir serliga ákæranum, sum Trump týsdagin ákærdi fyri at vera stýrdur av fráfarandi forsetanum, Joe Biden.
Jack Smith mátti gevast við at føra málið móti Trump, tá Trump varð valdur til forseta 5. november.
Trump vann forsetavalið á Kamala Harris tann 5. november í fjør. Hann verður tikin í eið sum forseti 20. januar.
/Ritzau/