Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðslukanningar í Vágum tveir fýra mál skrivað. Ein bilførari fær treytaða frádøming av koyrikortinum, tí at hann koyrdi 115 km um tíman, har mest loyvda ferðin var 80. Tríggir aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið. Tveir teirra koyrdu 107 km um tíman, og tann triði koyrdi 111 km um tíman.
Løgreglan kann eisini ferðina á Søldarfjarðavegnum. Har vórðu tvey mál skrivað. Annar bilførarin koyrsi 81 og hin 80 km um tíman í bygdum øki.
Eisini tók løgreglan trý sett av nummarplátum í meginøkinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Og á vegnum millum Skálabotn og Skipanes var grót komið á vegin. Har var tann eini steinur so stórur, at hann fekst ikki burtur við handamegi, greiðiar vaktleiðarin á politistøðini í Havn frá í morgun.