Á jólum fara vit niður í ferð

- Mítt jólaynski er, at tey menniskju, sum tørva hjálp, verða sædd í tí støðu, tey eru í og fáa tað, teimum tørvar, sigur Martin Kúrberg

 

Hvar heldur tú jól? 

- Jólaaftansmorgun eta vit morgunmat saman við løgmanni og borgarstjóranum í Havn á Herberginum. Jóladag og 2. jóladag verður tað saman við familjuni her heima í Skálavík.

Tað sigur Martin Kúrberg, sum jóladag eisini fer at brúka nakrar tímar á Herberginum.

- Eg takki fyri tað lívið, eg fekk eftir misbrúkið, og henda dagin á Herberginum eri eg saman við fólki, sum eru í somu støðu, sum eg sjálvur var í. 

Hvat eta tit á jólum? 

- Heima við hús í Skálavík fara vit at eta gás, sigur hann.

Keypir tú jólagávur?

- Eg plagi at keypa konuni jólagávu og annars okkurt til børnini, hóast konan hevur stýr á tí partinum.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Jólini eru fyri meg tíðin, har vit fara niður í ferð og fyrst og fremst eru saman um gleðiboðskapin um, at okkum er ein frelsari føddur og annars at vera nærverandi saman við familjuni.

Martin Kúrberg heldur, at umráðandi fyri at fara niður í ferð er at lata jólafriðin koma inn í heimini. 

- Í mínum arbeiði royni eg at syrgja fyri, at menniskju, sum hava trupulleikar at dragast við, hava tað teimum tørvar, so tey eisini kunnu hava eini góð jól.

Hevur tú eitt jólaynski? 

- Mítt ynski er, at friður og semja fara at valda í heiminum, so ótti og stúran ikki fara at plága menniskju.

Martin Kúrberg sigur, at tað er eisini hansara ynski, at tey menniskju, sum tørva hjálp, verða sædd í tí støðu, tey eru í og fáa tað, teimum tørvar.

- At enda vil eg ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans signing, leggur hann aftrat.

 

Lesið eisini um Fríðu Slyne, sum misti pápan fyrr í ár -

 

https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum