Tiltakið verður á Hotel Hilton klokkan 17 og verður sent beinleiðis á FM1.
Talan er um eitt tiltak, har bestu leikarar, lið, venjarar og dómarar hjá kvinnum og monnum verða heiðrað fyri sítt avrik í farna kappingarárið. Sum nakað nýtt í ár, hevur ítróttartoymið hjá FM1 valt at gera eina roynd við tilnevningum hjá monnunum fyri at gera tað lættari at atkvøða. Hetta er fyrstu ferð vit royna hetta. Hjá kvinnunum verður atkvøtt eins og farnu árini.
Hvar á vøllinum?
Tað hevur fyrr verið ein avbjóðing at skilja millum, hvør er miðvallari, og hvør er áleypari. Eisini hevur tað verið ein avbjóðing hjá teimum, ið atkvøða at seta leikarar á rætta pláss á vøllinum, tí fleiri leikarar hava spælt á fleiri plássum í kappingarárinum. Hetta er millum annað ein av orsøkunum til, at ítróttartoymið hjá FM1 hevur valt at royna tilnevningar hjá monnunum í ár, sigur Durita Adela, stjóri í FM1.
Framrættaðir miðvallar telja sum miðvallarar, meðan vengur telja sum áleyparar. Hetta vil siga at ein leikari sum Sølvi Vatnhamar telur sum miðvallari, og leikarar sum Árni Frederiksberg og Poul Kallsberg eru áleyparar.
Heiðarnir til Ársins Leikari 2024
18 heiðurslønir verða handaðar, níggju hjá monnum og níggju hjá kvinnum. Fyrst og fremst skulu ársins leikarar finnast. Umframt hesar heiðrar, verða ársins toppskjúttar, málverjar, verjuleikarar, miðvallarar, áleyparar, ungu leikarar, venjarar og dómarar kosin.
Í bólkinum ársins ungi spælari hjá kvinnum skal leikarin hava U19-aldur, meðan tað hjá monnunum eru leikarar, ið hava aldur til U21 landsliðið, sum kunnu gerast ársins ungi leikari.
Harafturat verða 11 leikarar valdir á ársins lið hjá ávikaíst kvinnum og monnum, og FSF letur Fairplay steyp til eitt lið.
Ein eyka heiður verður í ár, eins og í fjør. Hesin heiðurin er ársins venjari í 1. deild hjá monnum, ið Venjarafelagið atkvøður fyri innanhýsis.
Hesi atkvøða
Venjarar og liðskiparar hjá kvinnum og monnum í bestu deildini atkvøða saman við miðlafólki, ið umrøða fótbólt í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum.
Ársins lið
Ársins lið verður sett av ítróttartoyminum hjá FM1. Atkvøðurnar, ið verða lætnar til ársins leikarar, eru við til at mynda ársins lið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvussu atkvøtt hevur verið um ársins leikarar.
Velja 1, 2 og 3
Eins og farnu árini, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðan verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki at kvøða fyri sær sjálvum ella viðleikarum.
Kunngera atkvøðurnar
Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, verða allar atkvøður almannakunngjørdar eftir tiltakið.
Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunngjørdar. Hetta fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar.
Hesir heiðar verða latnir til menn og kvinnur á tiltakinum Ársins leikari:
- Ársins leikari
- Ársins ungi leikari
- Ársins málverji
- Ársins verjuleikari
- Ársins miðvallari
- Ársins áleypari
- Ársins venjari
- Ársins venjari í 1. deild hjá monnum
- Ársins dómari
- Ársins lið