Kostar 1.000 krónur meira at løða bilin heima

SEV fer nú at taka gjald fyri heimaløðistøðir til el-bilar

Nú verður dýrari hjá fólki, sum eiga el-bil, at løða bilin heima, tí nú skulu tey gjalda leigur fyri løðistøðina heima við hús.

Hesum boðað Sev frá í dag.

Sev skrivar, at heimaløðistøðir til elbilar hava í eini royndartíð verið ókeypis at leiga frá SEV, men nú verður leigugjald lagt á. Fasta gjaldið er 89 kr. v/mvg um mánaðin og verður goldið umvegis mánaðaruppgerðina hjá SEV. Tað er tað sama sum 1.068 krónur um árið.

 

– Íroknað fasta gjaldið fyri løðistøðirnar er haldaragjald, sim-kort, vegleiðing, tænasta, fjarstýrt viðlíkahald v.m, skrivar Sev.

 

– Vit avgjørdu at lata løðistøðirnar út til leigu ókeypis í eini royndartíð fyri at tryggja, at fólk løddu bilin heima á tryggan hátt, og nú tann royndartíðin er av, verður gjaldið verksett, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri Netið hjá SEV sambært grein á heimasíðuni hjá Sev.