Seinastu dagarnar hevur ein seglbátur ligið inni í havnini á Sandi, men nú er báturin farin.
- Duldarfulli, óbodni og ófrættakendi gesturin, sum politiið hevði sera stóran áhuga í, er nú farin úr Sands havn.
Tað skrivar Sands kommuna á sínum Facebook-vanga nú fyrrapartin.
- Tað vóru tveir politistar, sum loystu bátin og fóru slóðandi úr havnini - sigldu gjøgnum Skúvoyarfjørð, helst til Havnar.
Á Facebook-vanganum verður lagt aftrat, at á Sandi fegnast tey um, at seglbáturin nú er horvin úr Sands havn.