Ávaring um at halda seg innandura í Sandavági

Ein tekja er rivin av einum húsum á Steigarbrekku í Sandavági, og takplátur flúgva runt í vindinum

 

Boðini frá løgreguni er, at fólk í Sandavági ikki fara út fyri dyr, tí tað er sera vandamikið, tí so nógv tilfar, so sum takplátur, flúgva runt í vindinum. Løgreglan hevur higartil fingið 35 skaðafráboðanir, og ein triðingur er úr Sandavági, har tað er sera nógvur vindur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Í Miðvági er eisini ringt, har stríðast tey við at bjarga Havbúgvanum, sum er við at slíta, har er bara ein trossi, sum heldur skipinum.

Í Klaksvík er ein vøruvognur koppaður, og har er eisini nógvur vindur.

 

Mesti vindurin tykist vera vestanfyri, har tað eru ógvusligar hvirlur – og so er sum sagt ein heilt tekja farin oman av húsum í Sandavági. Men tað er eisini nógvur vindur og skaðafráboðanir í Havn og á Sandi, sigur vaktleiðarin.

 

Hann sigur eisini, at tað er ringt at koyra nógvastaðni, eitt nú í Havn, har ísur er í ristunum, og tí er nógv vatn á vegunum, so fólk mugu ansa sær.