Tað er ikki á hvørjum degi, at høvundur, sum hevur bøkur liggjandi, bjóðar ókeypis jólagávu, men tað ger Jan Erik Simonsen, sum skrivaði bókina um flakatrolaran, Vesturvón.
- Ókeypis avheintingartilboð. Á Bókamiðsøluni á Sandvíkarhjalla liggja 235 eintøk av bókini “Vesturvón – tí tað skal vera vón fyri vestan”.
Og høvundurin leggur aftrat:
- Hesar bøkur vil eg lata ókeypis. Tit kunnu boða frá til mín, um tit ynskja eitt, tvey ella fleiri eintøk av bókini, sigur hann á uppslagi á Facebook.
Rithøvundurin leggur aftrat, at tá fólk hava sagt, hvussu nógvar bøkur, tey ynskja sær, verður ein listi við umbidnum bókum sendur Bókamiðsøluni.
- So kunnu fólk heinta bøkurnar á Sandvíkarhjalla, leggur Jan Erik Simonsen aftrat.
##med2##
Um Vesturvón verður sagt soleiðis:
“Vesturvón – stoltleikin hjá sørvingum – krússaði seg ígjøgnum fíggjarlig stormlágtrýst, vinnuligar ósemjur og maskinskaðar.
Og lagt verður aftrat:
- Miðlaumtala var so at siga dagligdagur hjá skipi, manning og reiðaravirki upp gjøgnum 1970-ini. Allíkavæl hóraðu teir undan og fingu vind í seglini...”