Avgerðin liggur hjá bygdaráðnum í Hvalba

Veljarar í Hvalba og í Sandvík vrakaðu í gjár ætlanina um kommunusamanlegging

Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba

Tað er greitt, eftir at 46 prosent atkvøddu fyri og 54 prosent atkvøddu ímóti at leggja Hvalbiar kommunu saman við Tvøroyrar kommunu.

Borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen, sum hevur talað fyri samanlegging, sigur við Dimmalætting, ætlar sær at virða valúrslitið.

Atkvøðugreiðslan var vegleiðandi, og tí er bygdaráðið ikki bundið av at fylgja fólkaatkvøðunum.

Borgarstjórin í Hvalba sigur við Dimmalætting, at bygdaráðið fer at umrøða úrslitið av valinum. Hann boðar tó eisini frá, at hann ætlar sær at virða úrslitið– men hann sigur tó, at so veldst um, hvørt meirilutin av bygdaráðnum kemur til sama úrslit.

 

 

Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba