Býarfesti flutti veltuna inn í Miðbýin

Roynt varð í 2016 við sokallaðari urban gardening verkætlan í Havn. Hóast verkætlanin eydnaðist rættiliga væl, og bæði vitan og gleði stóðst burturúr fyri luttakararnar, so datt hon niðurfyri. Eftir er kortini vitanin, at tað letur seg væl gera at velta til egna nýtslu

Í 2016 fóru tvey ung, Birgith Lassen og Rólant Dam, undir eina verkætlan, ið skuldi flyta náttúru og matframleiðslu inn í hjartað í Havnini. Tórshavnar kommuna lat 100.000 krónur í stuðuli, og talan var í fyrstu atløgu um eina royndarverkætlan. Men hóast bæði kommuna og verkætlanarleiðarar ynsktu, at verkætlanin helt fram, so datt hon niðurfyri.

Tað grøna skuldi inn í miðbýin

Hugtakið urban gardening, urtagarðsarbeiði í býnum, hevði í nøkur ár verið rættiliga væl umtókt í flestu stórbýum kring okkum, og hetta var við til at kynda undir áhugan hjá teimum báðum at byrja líknandi átak í Føroyum.

– Eg var júst flutt aftur til Føroyar tá. Og nógv hava hetta við at vilja taka okkurt við heim, sum tey hava sæð uttanlands. Eg søkti stuðulin við tí fyri eygað at fáa náttúruna meira inn í Miðbýin. Eg búði í Miðbýnum tá, og nógv av teimum, ið tóku lut, búðu eisini í Miðbýnum, sigur Birgith Lassen.

 Samstundis skuldi verkætlanin virka sum ein roynd, har tey í felag kannaðu, hvat vil vaksa og nørast í Føroyum.

– Ofta er tað purrur, eplur og røtur, sum fólk avmarka seg til. Men tað vísir seg, at tú kanst saktans fáa fennikel, brokkoli og onnur ting at vaksa. Tað, sum var mest yvirraskandi, var blomkál. Vit høvdu øll møgulig sløg av eplum, ikki bara vanlig epli, men blá epli og lilla epli. Vit høvdu sjálvandi fleiri sløg av røtum. Og vit høvdu øgiliga nógv sløg av káli - grønkál, spísskál, reyðkál, savoykál og sinnopskál.

– Vit keyptu nógv asiatisk fræ, tí tað vísir seg, at tað, sum veksur væl í Asia, veksur væl í Føroyum. Í øllum førum tað, ið veksur í kaldaru pørtunum av Asia. Kál vaks nokk best, men eisini ymisk sløg av berum. Eitt, sum var nokk so serligt, var spinathindber. Tey eru ikki so útbreidd, men tey vaksa væl í Føroyum. Brokkoli og fennikel riggaði væl eisini.

 Bureaukratiskir fótonglar

Hóast tað tóktist at vera rættiliga líkatil hjá teimum handan verkætlanina, so var ikki bara sum at siga tað at fremja teir tankarnar, ið lógu aftan fyri verkætlanina. Av tí at Býarfesti var á kommunalum øki, so vóru treytir og krøv, ið skuldu lúkast.

Ein partur av verkætlanini var at nýta lívrunnin evni í ringrás í festinum, soleiðis at burturkastið frá framleiðsluni varð brúkt til kompost og høsnafóður, har skarnið frá hønunum síðani aftur varð nýtt sum tøð til betri vøkstur. Kommunalu krøvini merktu tó, at arbeiðið gjørdist ov nógv hjá verkætlanarfólkunum.

 – Fyri okkum gav tað nógva meining at hava hønur, tí vit høvdu nógv burturkast, sum vit kundu geva hønunum. Síðani kundu vit brúka skarnið frá hønunum sum tøð at koyra í moldina fyri at fáa betri grønmeti. Samstundis fingu vit eisini egg. Fyri okkum var tað púra logiskt, men fyri kommununa var tað kriminelt, tí tað skuldi ígjøgnum allar møguligar góðkenningar áðrenn. Tað riggaði ikki, og tað steðgaði upp, tí har vóru ov nógv krøv, í mun til hvat vit kundu liva upp til.

Ein vanligur partur av bæði urtagarðs- og køkshavaarbeiði er at gera kompost til moldina, soleiðis at moldin er góð og berur góðan ávøkst. Men tað bar heldur ikki til hjá býarfestarunum at kompostera á økinum. At kompostera á kommunalum øki kravdi loyvi, tí komposturin dregur at sær rottur, um hann er atkomuligur.

–  Tað eru hesar reglurnar, sum eru galdandi fyri kommunal øki, sum vit ikki kundu liva upp til. Eg eri rættiliga vís í, at hevði tað verið onkur privatpersónur, ið átti økið, so hevði tað ikki verið nakar trupulleiki. Men tá tað er ein kommuna, so er tað ov tungt at berjast við.

– At hava eina tílíka verkætlan og eitt bureaukrati við síðuna av er nokk so torført. Kommunan hevur allar møguligar leiðreglur, sum hon skal fylgja og liva upp til. Vit koyrdu uttan pengar og gjørdu, sum best bar til, men vit kundu ikki liva upp til øll krøvini, sigur Birgith Lassen og leggur aftrat, at skuldi verkætlanin komið upp at standa aftur upp á sama máta sum áður, er neyðugt við løntum starvsfólki at taka sær av tí, tí at bureaukratiið krevur ov nógv av sjálvbodnum.

 Býarfesti steðgaði árið eftir

Verkætlanin koyrdi bert eitt ár, áðrenn hon datt niðurfyri. Býarfesti hevði hildið til á einum øki aftan fyri Barnaheimið, men Barnaheimið flutti, og betongøkið, ið áður hevði verið køksgarður, skuldi brúkast til annað endamál.

Verkætlanarleiðarar og luttøkufólk høvdu vónað, at verkætlanin kundi halda fram, og tað kom tí sum ein smeitur, at verkætlanin datt niðurfyri.

– Øll vóru simpulthen so kedd. Har vóru 60 fólk, ið vóru partur av verkætlanini, og tað gav nógv. Tað var eisini eitt sosialt projekt. Vit høvdu børn frá barnaheiminum við, og vit gjørdust øll rættiliga væl. Í hesum bólkinum vóru løgtingsfólk, stjórar, vinnurekandi, lesandi og familjur við børnum. Upp á allar mátar var tað ein góð verkætlan, og øll vóru kedd, tá tað mátti takast niður.

Leitað varð eftir nýggjum øki, ið hóskaði til verandi endamál, men einki stóðst burturúr. Roynt varð síðani at arbeiða við verkætlanini á annan hátt, har verkætlanin varð flutt úr býnum og út í grønt øki, har veltast kundi beinleiðis í moldina.

– Sum í øllum øðrum verkætlanum var ein kjarni av fólki, sum vóru mest engagerað. Vit arbeiddu eitt sindur víðari við at fáa eitt størri stykki, har vit kundu velta beinleiðis í moldina. So kundu vit taka tað eitt stig víðari, har tað kundi gera størri mun í húsarhaldinum. Vit fingu eitt stykki uppi á Villingardalsvegnum, men har kom okkurt í vegin. Men vit høvdu so ætlanir um at gera Býarfesti í eitt sindur størri skala.

 Amboðini fingu nýtt heim

Tað var ikki ætlanin, at upprunaliga verkætlanin skuldi vera tann heilt stóra keldan til grønmeti og annað í vanliga húsarhaldinum; hvør luttakandi familja fekk fýra fermetrar í part at dyrka á. Hóast hetta kom nógv burturúr, og verkætlanin var upp á ongan máta eitt spill av tí.

– Hasir fýra fermetrarnir gjørdu ikki stóran mun í heildini, um tú hugsar um matframleiðslu. Men hatta var ætlað sum eitt eksperiment, har vit kannaðu, hvat vit kunnu fáa at vaksa. Tað kann so síðani geva íblástur til at fara heim at gera tað í tínum egna garði, um tú hevur fleiri fermetrar har. So kann tað gera mun.

Tá Býarfesti varð tikið niður, varð tað, ið var eftir av amboðum, lutum og tilfari, latið víðari til fólk, ið høvdu tørv á tí. Okkurt fór til Toftir, har fólk arbeiddu víðari við egnari verkætlan, okkurt fór til onkrar skúlar í Havn, meðan annað endaði úti í Tórsbyrgi, har tað verður brúkt enn.