Tá sonurin bleiv nakkaskotin

”Kúlan fór upp gjøgnum heilan, sum kendi allar høvuðsstaðir í verðini”. Í fjør hitti eg Rachel, hvørs sonur varð skotin í tunlunum undir Gaza fáar dagar frammanundan

Sjúrður Skaale

 

 

 

Í dag, holocaustdagin, komi at eg hugsa um Rachel og Jon Goldberg-Polin, sum eg hitti í Jerusalem, tá eg var í Ísrael í fjør. Hetta var 8. oktober, dagin eftir 1. árs dagin fyri massakruna hjá Hamas.

 

Henda massakra snúði seg ikki um at taka Ísrael. Tað vistu terroristarnir, at teir ikki kundu. Hon snúði seg heldur ikki at um raka ísraelskar myndugleikar. Endamálið var í fyrsta lagi at – í samsvari við erkleraða endamálið hjá Hamas – at drepa jødar. Í øðrum lagi at brúka tiknu gíslarnar til at krevja okkurt av Ísrael. Í triðja lagi var endamálið at íbirta eitt kríggj, har Hamas fjaldi seg í sivilum bygningum, íbúðablokkum og – fyrst og fremst – undir jørð og tí ikki kundi tapa uttan at sivilfólk í Gaza fóru at rinda ein ræðuligan prís.

 

Í veruleikanum tók Hamas ikki bara ísraelar til gíslar. Hamas tók – fyrst og fremst – alt fólkið í Gaza til gísla. Og henda perversa krígsætlan var fyrireikað í nærum tvey áratíggju.

 

7. oktober var einki holocaust. Nazistarnir høvdu óendaliga nógv størri vald og betri vápn, og drápini vóru óendaliga nógv fleiri. Men endamálið var tað sama: At drepa jødar.

 

Misti annan armin

 

Rachel og Jon vóru foreldur at Hersh, sum 22 ára gamal var tikin á Nova-festivalinum, og førdur inn í Gaza.

 

Terroristarnir filmaðu tað, og har sæst, at annar armurin var sprongdur av undir alboganum. Vinstri armur. Og Hersh var lámur.

 

Seinni var Hersh brúktur í einum propagandavideo frá Hamas. Hann situr í einum tunli og verður týðiliga tvingaður at siga ting, sum terroristarnir krevja, at hann skal siga. Hann er illa farin, men sárið á arminum er hóast alt vaksið saman.

 

Hersh sat í tunlunum saman við fimm øðrum fangum, og eitt lítið ár eftir 7. oktober fekk ísraelska fregnartænastan frænir av, hvar í tunnilsskipanini tey sótu. Servandir hermenn fóru niður í tunnlarnar – og funnu gíslarnar. Men teir vóru skotnir tveir dagar frammanundan.

 

##med2##

 

I’m sorry

”Vit vónaðu alla tíðina – allar teir 330 dagarnar hann sat sum fangi – at vit fóru at fáa hann livandi heim. Tí var tað ein skelkur at fáa boðini. Nú flyta vit okkum úr vónini yvir í sorgina”, segði Rachel, tá vit hittu hana.

 

Hon greiddi frá hvussu Hersh var. At hann elskaði at ferðast. At hann las nógv. At hann var hugtikin av geografi, og las hvørt einasta eintak av National Geographic. At hann aldrin hevði skeldast við mammu sína, men tosað virðiliga við hana, eisini tá tey vóru ósamd. Og nógv annað.

 

Hon greiddi eisini frá, tá hann fór avstað á festivalin. Til dømis at hann ongan soviposa tók við, tí hann ætlaði beint heim beint aftaná.

 

Tí tók hann heldur ikki bókina við, sum hann var í gongd við. Tað var ”The Art Of Happiness” hjá Dalai Lama.

 

Tá Rachel fór inn í kamarið hjá honum dagin eftir, lá bókin opin á náttborðinum.

 

”Hann var einans komin til kapittul seks. Men eg haldi ikki honum tørvaði at lesa meir. Hann dugdi ”the art of happiness”.”

 

Mamman visti, at okkurt var galið, tá hon fekk eini sms-boð tíðliga um morgunin 7. oktober. ”I’m sorry”, skrivaði Hersh til hana.

 

”Eg visti ikki, at hann lá í einum bumbuskýli, tá hann skrivaði tað. Eg visti ikki, at hann hevði mist annan armin, og helst var vísur í, at hann fór at doyggja. Men eg skilti skjótt, at okkurt var áfatt,” segði hon.

 

Hetta vóru seinastu boð, tey fingu frá soninum. ”Hví skrivaði hann ”I’m sorry”? Tað havi eg ofta spurt meg sjálva. Men tað var helst tí hann visti, at vit elskaðu hann, og at tað fór at verða ræðuligt hjá okkum at missa hann. Hetta var helst eisini orsøkin til, at hann stríddist fyri at vera á lívi sum longst”, segði hon.

 

##med3##

 

Nakkaskotin

 

Hamas filmaði ein stóran part av álopinum fyri at skapa ótta – og í einum video sæst Hersh verða koyrdur inn í Gaza saman við sigurssælum terroristum.

 

Seinni var Hersh so brúktur í umrødda propagandavideo.

 

Hóast hetta var óhugnaligt hjá foreldrunum at síggja, so vóru tey glað fyri at fáa váttað, at hann var á lívi.

 

”Hóast annar armurin manglaði, so sást á upptøkuni, at sárið á vinstra armi var toluliga væl grøtt aftur. Og hóast hann var blivin sera klænur, so … ja, hann livdi. Tað var tað týdningarmesta”, segði mamman.

 

Men bara 37 dagar áðrenn vit hittu foreldrini, varð Hersh skotin.

 

Ísraelska fregnartænastan hevði funnið útav, hvar Hersh og fimm aðrir gíslar vóru krógvaðir, og servandir hermenn fóru niður í tunlarnar.

 

18 metrar undir jørð funnu teir henda bólkin av gíslum – men teir vóru deyðir. Skotnir tveir dagar frammanundan.

 

”Vit blivu knúst. Hálsurin seyg seg saman. Eg fekk ikki luft. Tað var ræðuligt. Men eg vildi hava hermenn og læknar at siga mær alt, alt sum tey vistu. Eg vildi vita so nógv sum møguligt um, hvussu hansara lív hevði verið. Tað var ein máti at koma honum nær”, segði hon.

 

Hon segði eisini, at tað var eitt slag av terapi at tosa um tað.  

 

”Í tunlunum var einki rennandi vatn, og einki wc. Har stóðu stórar fløsku við landi, sum tey høvdu pissað í. Afførningurin var í einum eklum rúmi fyri seg. Har var sera lágt, trongt og myrkt og tey sótu tætt saman. Eg hugsi nógv um, hvussu tey hava hildið saman. Eg eri vís í, at tey hava stuðlað og styrkt hvørt annað”, segði hon.

 

”The beautiful six”, kallaði hon tey.

 

Maturin hevur verið lítil. Hersh var 182 cm., men tá tey fingu hann aftur vigaði hann einans 57 kilo.

 

Mamman vildi eisini siga júst, hvussu sonur hennara doyði.

 

”Tað skal ikki krógvast. Tá terroristarnir fingu frænir av, at ísraelskir soldatar vóru á veg, blivu øll seks skotin. Kúlan, sum drap Hersh, fór gjøgnum nakkan, upp gjøgnum hendan heilan sum dugdi navnið á øllum heimsins høvuðsstaðum, og út gjøgnum pannuna. Tað er ræðuligt at hugsa um – men eg hugsi eisini, at hann bleiv fríur ta løtuna. Líðingin steðgaði. Og eg trúgvi, at vit síggjast aftur”. 

 

”Og vita tit hvat? Eg eri glað fyri, at eg í 23 ár slapp at vera mamma eitt so gott menniskja sum Hersh”.

 

Hart ímóti Netanyahu

 

Rachel og Jon hava verið sera politiskt virkin síðani sonur teirra varð tikin til gísla.

 

Ísrael hevur verið í tveimum pørtum: Summi hava hildið, at ein rúgva av krøvum frá Hamas skuldu eftirlíkast fyri at fáa gíslarnar leysar. Tað skuldi verið endamálið – einasta endamálið.

 

Hesi hava víst á, at sjálv orsøkin til, at Ísrael varð stovnað var, at har skulu jødar vera tryggir. Tí skal staturin altíð fara øgiliga langt fyri at verja sínar borgarar. Søguliga hevur Ísrael eisini leysgivið nógvar, nógvar hundrað fangar fyri at fáa bara ein gísla leysan. Onkuntíð enntá fyri at fáa ísraelsk lík heim.

 

Rachel og Jon hava verið fremstu forsprákarar fyri hesi hugsan.

 

Hin hugsanin var at Hamas skuldi berjast niður. Grundgevingin var, at um Hamas ikki bara slapp væl frá at drepa yvir 1200 fólk, men enntá bleiv lønt fyri tað við at fáa veldug krøv eftirlíkað – so fór læran at vera, at hetta loysti seg. Tað er soleiðis, mann skal gera. Tað fór at styrkja bæði Hamas, Hezbollah og allar aðrar deyðsfíggindar Ísraels. Allir ísraelar fóru at verða ótryggir í framtíðini, um Hamas ikki bleiv bart niður.

 

Hetta var ein djevulsk tvístøða, men at fara í kríggj móti Hamas var tað, sum hevði mest stuðul í fólkinum. Tað er ikki ringt at skilja – men prísurin hevur verið øgiligur. Fyrst og fremst fyri palestinska fólki. Teirra líðingar kunnu ikki lýsast í orðum. Men ísraelsku gíslarnir og teirra familjur hava eisini rindað prísin. Og so hevur umdømið Ísraels kring allan heim liðið stóran skaða av myndunum, ið eru streymaðar út úr Gaza. – Sum eisini var partur av ”dreygubókini” hjá Hamas.

 

Og so er innlendis kritikkurin av Netanyahu og hansara stjórn nógvur og hvassur – ikki minst frá fólki sum Rachel og Jon. Tey kenna seg svikin. Tey halda, at politiskur taktikkur og krøv frá ytsta høgravonginum í Ísrael komu fram um tað, sum er sjálvt endamálið við Ísrael: Tryggleiki.

 

Men hvør fyrireikaði kríggið, hvør byrjaði tað, hvør tók bæði 240 ísraelar og tvær milliónir palestinar sum gíslar í sínum politiska/religiøsa stríði – tað er tað eingin ivi um.

 

Tað gjørdi felagsskapurin, sum hevði lagt Ísrael í oyði, um hann kundi. Sum hevði framt eitt nýtt holocaust, um hann kundi. Sum misbrúkar rættvísan kritikk av Ísrael og náttúrlig politisk og sosial krøv hjá palestinum til sína egnu nihilistisku og islamistisku missón.

 

Tí eiga vit eisini at dvølja við 7. oktobur í dag, holocaustdagin.