Bátadráttur á gomlu bedingini í Vestmanna

Vestmanna kommuna skrivar, at kommunan hevur í tveimum umførum bjóðað økið við Bedingina út til alment vinnuvirksemi, men ongin hevur víst økinum áhuga

Orsakað av manglandi almenna áhuganum gjørdi bygdarráðið av at skapa lív í økið. 500000 krónur eru settar av á fíggjarætlanini fyri 2025 til ger av einum bátadrátti á gomlu Bedingini.

 

Bátadrátturin gevur bátaeigarum í Vestmanna møguleika at taka bátin upp til smærri ábøtur og viðlíkahald.

 

Umframt at bátadrátturin fer at økja um trivnaðin ímillum bátaeigarar, fer nýumvælda Spælhúsið óivað at hava ein virknan leiklut at fáa enn meira lív í økið.