Brøður í Noregi vildu selja hesi húsini fyri 1 krónu!

- Vit søgdu, at vit fóru at selja húsini fyri eina krónu, um eingin bjóðaði hægri, søgdu brøðurnir í lýsingini

 

Norsku brøðurnir, Geir Olav og Trond Øye, ætlaðu sær fyrst at geva húsini, teir arvaðu í Telemark, burtur. Teir stúrdu fyri, at teir fóru at verða noyddir at ríva húsini niður, og at hetta fór at kosta teimum nógvar pengar.

 

Men, so fingu teir hugskotið at seta eina lýsing á www.finn.no, sum fleiri føroyingar kenna. Um hesa heimasíðu hava fleiri føroyingar keypt norskar bátar heim til Føroya.

 

Brøðurnir, Geir Olav og Trond Øye, lýstu húsini til sølu við ongum minstaprísi.

 

- Útgangsstøðið var vánaligt, men tað gekk nógv betur, enn vit høvdu væntað, sigur Geir Olav Øye við www.tv2.no

 

Í lýsingini søgdu teir eisini, at stórir vatnlekar vóru í húsunum, sum neyðugt var at gera nakað við. So skjótt, sum lýsingin varð løgd út á www.finn.no og á Facebook, kom fyrsta boðið upp á eina krónu.

 

Skjótt varð lýsingin tikin av aftur norsku heimasíðuni, tí tey, sum standa aftanfyri síðuna, trúðu ikki, at brøðurnir veruliga ætlaðu at selja húsini fyri eina krónu.

 

- Vit settu tískil prísin á 60.000 krónur, men løgdu dent á, at vit høvdu ongan minstaprís. Vit søgdu, at vit fóru at selja húsini fyri eina krónu, um eingin bjóðaði hægri, søgdu teir í lýsingini.

 

Men, nýggja lýsingin bremsaði ikki áhuganum fyri húsunum, og eftir stuttari tíð byrjaðu boð at koma inn.

 

- Vit vildu helst, at fólk skuldu síggja, hvat tey keyptu. Tískil skipaðu vit fyri, at fólk kundu sleppa at síggja húsini, og her møttu einir 15 áhugaðir keyparar.

 

Dagin eftir, at húsini vórðu víst fram, vórðu tey seld fyri 195.000 norskar krónur, sum er stívliga 120.000 krónur í okkara peningi.

 

- Tað var eitt par úr Østfold, sum keypti. Tey vóru nøgd og søgdu seg hava ætlanir um sjálvi at taka sær av húsunum, sigur Geir Ola Øye við www.tv2.no

 

##med2##

 

##med3##