Kringvarpsstjórin koyrdur úr starvi

Orsøkin er, at hann hevur lovað einum manni, sum ikki trýr upp á tíðindi í Kringvaprinum, at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald, er hann koyrdur úr starvi.

Orsøkin er tað, sum kom fram í Frihedsbrevet í síðstu viku, at kringvarpsstjórin hevur lovað einum persóni at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald. Tí er Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, loystur úr starvi.

 

Tað sigur Rógvi Olavson, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið við Kringvarpið. 

 

Stýrið hevði fund allan seinnapartin í gjár og niðurstøðan var, at stýrið ikki longur hevði álit á stjóranum.

 

Orsøkin er tað, sum kom fram í Frihedsbrevet í síðstu viku, at kringvarpsstjórin hevur lovað einum persóni at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald.

 

Stjórin segði, at hetta varð gjørt fyri trygdina hjá starvsfólkum.

 

Kringvarpsstýrið fer nú at seta fyribilsstjóra í Kringvarpinum.