Á Dímunargarði hava tey havt tveir starvsnæmingar seinastu tvær vikurnar. Tað eru Børka og Bjarta, sum ganga í 9. flokki í Skúlanum á Argjaharmri.
- Tær hava fingist við eitt sindur av hvørjum, og hvønn morgun hava tær arbeitt í fjósinum.
Soleiðis siga tey á Facebook-vanganum á Dímunargarði í Stóru Dímun.
Og lagt verður aftrat:
- Tað er soleiðis, at vit hvønn morgun loysa neytini út, og í skýmingini um kvøldið verða neytini bundin innaftur.
Á garðinum siga tey, at Børka og Bjarta hava verið til stóra hjálp hesar dagarnar, har tær eitt nú hava tikið kálrabirøtur upp.
- Nú kjøtið er ræst í flestum hjallum, er háárstíð er fyri kálrabirøtur.
Á Dímunargarði siga tey, at hóast starvslærutíðin hjá Børku og Bjartu er av, røkist einki fyri, at líkindi verða at sleppa av aftur oynni fyrr enn sunnudagin.
##med2##