Tíðindi
Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at fólk høvdu ampa av, at smádreingir kastaðu kavabløk á húsini.
Løgreglan fór á staðið, men tá hvurvu smádreingirnir sum døgg fyri sól.
– Um ikki annað, so rýmdu teir av ringari samvitsku, heldur vakthavandi fyri.