Í morgin verða tað Annika Olsen úr Tjóðveldi og Sólvit Nolsø úr Framsókn, sum seta kósina hjá samgonguni um samstarv við stjórnina hjá Putin í Russlandi.
Alt bendir á, at landsstýrið fer at gera nýggjan fiskiveiðusáttmála við Russland – sjálvt um tað er at endurtaka lyftisbrotið hjá samgonguflokkunum eins og í fjør.
Tað er greitt, at partar av Tjóðveldi og Framsókn hava skift støðu í málinum um samstarv við Russland. Landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldi saman við tingfólkunum Anniku Olsen, Eiriki í Jákupsstovu og Hervør Pálsdóttir eru fyri samstarvi við Russland, meðan Liljan Weihe, Bjørt Samuelsen og Erling Eidesgaard eru ímóti. Liljan Weihe og Annika Olsen umboða Tjóðveldi í Uttanlandsnevndini.
Hjá Framsókn er í øllum førum greitt, at Hanna Jensen er fyri samstarvi við Russland. Sum skilst kunnu bæði Sólvit Nolsø og Karlot Hergeirsson verið ímóti samstarvi, men brúka vit útilokingsmetoduna, so mælti Sólvit Nolsø fyri samstarvi, tá Uttanlandsnevndin skuldi geva landsstýrismanninum ráð um tað í fjør.
Klokkan 08:20 í morgin verður ráðførsla sambært §54 í Stýrisskipan Føroya um samráðingar um fiskiveiðiavtalu við Russland í 2025.
Í gjár vóru 1.000 dagar síðani, at Russland gjørdi innrás í Ukraina, og hóast teir tríggir samgonguflokkarnir undan valinum lovaðu, at um teir komu í stjórn, so varð eingin sáttmáli gjørdur við Russland, so halda teir ikki tað vallyftið.
Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, hevur sagt, at Javnaðarflokkurin stendur við sítt, og at tey øll í Javnaðarflokkinum eru samd um at halda lyftið. Hann staðfestir samstundis, at Javnaðarflokkurin er í minniluta í Løgtinginum í hesum máli, og at flokkurin ikki ætlar at slíta samgonguna upp á hetta málið, tí eingin flokkur er samdur við honum í hesum.
Sannlíkt fer annað umboðið fyri Tjóðveldi, Annika Olsen, og umboðið hjá Framsókn, Sólvit Nolsø, at mæla landsstýrinum til at gera nýggjan sáttmála.
Avgerðin um russlands-politikkin hjá samgongui liggur tí í hondunum hjá tveimum samgongufólkum at gera av.
Tí Liljan Weihe hevur sagt, at hon er í móti, Bjarni Hammer er ímóti sambært løgmanni, og Jenis av Rana hevur fleiri ferðir gjørt púra greitt, at hann er í móti.
Hinvegin eru Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum fyri – og um teir ikki fáa tey bæði samgongufólkini í sín part, so verður eingin sáttmáli gjørdur við Russland.
Tað er tí mest sannlíka niðurstøðan, at ein meiriluti í uttanlandsnevnd Løgtingsins í morgin fer at mæla landsstýrinum til at gera nýggjan sáttmála.
Minnilutin, Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Liljan Weihe úr Tjóðveldi fara at mæla frá.
Hóast talan er um eitt av teimum heilt stóru lyftisbrotunum hjá teimum trimum samgonguflokkunum undan valinum, so fær tað ongar avleiðingar og onga ávirkan á samgongusamstarvið. Og tað tykist heldur ikki nerva Javnaðarflokkin og løgmann yvirhøvur, at bæði hann og Javnaðarflokkurin verða drigin upp á tráð av einum minniluta í samgonguni.
Sum skilst hevur eingin samgongufundur verið um, hvørt nýggjur sáttmáli skal gerast við Russland ella ikki. Gingið verður stillisliga við hurðunum, og einki verður sagt, hvørki so ella so.
Kanska hugurin at gera sáttmála við Russland á onkan hátt hevur fremstu raðfesting í politisku skipanini kortini?