Brandur hugsar ikki um útlandið

Brandur Hendriksson Olsen vónar, at landsliðsfótbóltur framvegis verður møguleiki, nú hann hevur skrivað undir at vera NSÍ spælari næstu trý árini

Heilt stóra fótbóltssøgan heima á landi er í dag, at Brandur Hendriksson Olsen hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ.

 

NSÍ upplýsir, at talan er um trý ára sáttmála, og tað vil siga, at Brandur Hendriksson Olsen verður gulur í hvussu so er fram til kappingarlok í 2027.

 

Tá ið vit fáa orðið á 29 ára gamla Brand Hendriksson Olsen sigur hann seg vera fegnan um, at tað er komið upp á pláss, hvussu tað verður hjá honum og fótbóltinum trý tey næstu árini.

 

-Eg havi ikki áður spælt í bestu føroysku deildini, og eftir so mong ár uttanlands havi eg havt dreym um at spæla her, og eg havi vitað, at tað bara vóru tveir møguleikar. Annar var barndómsfelagið B71, sum framvegis hevur stóran týdning fyri meg, og hin møguleikin var at umboða NSÍ, sigur Brandur H. Olsen í samrøðu við dimma.fo.

 

Lesið greinina í Dimmalætting við at trýsta her